Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konsertferð við Absolute Gospel Singers

Danial Viðoy

Tíðindaskriv: Forkunnug gospelkonsert við Absolute Gospel Singers (DK) undir leiðslu av Lindu Andrews (FO), umframt ein av Danmarks bestu klaverspælarum innanfyri gospel tónleik, Markus Lindell (DK), koma til Føroyar at hava gospelkonsertir í vikuskiftinum 16. – 18. september.

Á skránni verða m.a. kendir gospelsangir, men eisini nýggir gospelsangir av m.a. Israel Houghton og Kurt Carr.

Linda Andrews stovnaði Absolute Gospel Singers í 2011 og kórið hevður m.a. sungið kór fyri Rasmus Seebach, Danish Music Award, X-Factor og til 100 ára tiltak í Operaini har Dronning Margretha eisini luttók.

Konsertirnar eru ókeypis og konsertskráin er henda:

Fríggjadag 16 sep. Kl. 19:30 Hoyvíkar Kirkja

Leygardag 17 sep. Kl. 15:30 Kvívíkar Kirkju

Leygardag 17 sep. Kl. 19:30 Christianskirkjan

Sunnudag 18 sep. Kl. 15:30 Sjóvar Kirkju

Sunnudag 18 sep. Kl. 19:30 Eiðis Kirkja

Absolute Gospel Singers hava tey seinastu árini m.a. luttikið á ymiskum sjónbandaløgum og seinast á sanginum “Born Again In Your Eyes” og “Fix You”.

Sæst her: