Vit vistu, at Steinvør Fonn stendur fyri nærlagni og høgari góðsku, so vit roknaðu ikki við øðrum enn kvaliteti, men allíkavæl fór ein ylur av njótan ígjøgnum ein, tá vøkru kvinnurøddirnar, upp á skift við tónar frá Sello’ini í hinum endanum av kirkjuni, fyri fyrstu ferð ljómaðu í stóra og væl egnaða kirkjurúminum.
Kirkjuklokkurnar høvdu kimað, Karl Gudmund hevði biðið inngangsbønina, og vit høvdu sungið tann fyrsta felagssangin, sum hetta kvøldið heldur ikki ljóðaði sum vant, tí tað vóru kvinnurøddir, ið settu dám á sálmasangin í kirkjuni hetta deiliga leygarkvøldið.
Prátið í kirkjuni hevði til nú verið eitt sindur meira og harðmæltari enn vant er í kirkjuni, men nú valdaði kvirran, og fjøldin av áhoyrarum bíðaði spent eftir at hoyra fyrsta sálmaljóðið frá Suð.
Áskoðarafjøldin, ið var so fjølment, at skráirnar ikki rukku til heilt øll, var sett saman av fólki úr fleiri landspørtum, harav summi høvdu ferðast fittan tein fyri at hoyra og uppliva hetta vala kvinnukór.
Syngjandi sprundini hjá Steinvør stigu nú fram á gólvið, klæddar í svart, júst sum skráin, vit sótu við í hondini, og so var klárt at byrja.
Fyrst á skránni var eitt lagatyssi av kendum sálmum, og fyri at siga sum er, so var byrjanin heilt fantastisk.
Vit vistu, at Steinvør Fonn stendur fyri nærlagni og høgari góðsku, so vit roknaðu ikki við øðrum enn kvaliteti, men allíkavæl fór ein ylur av njótan ígjøgnum ein, tá vøkru kvinnurøddirnar í ymiskum samansetingum, sungu brot úr sálmum, ið hoyra til sálmaskattir okkara.
Eitt annað serligt við konsertini var, at sellospælarin, sum spældi aftur við nógvum av sálmunum, og sum eisini spældi onkur sálmaløg einsamallur, ikki var saman við kórinum men sat heilt uppi við kórið í hinum endanum av kirkjuni og spældi.
Hetta var eina serliga, óvæntaða og spennandi uppliving, tá sangurin og tónarnir frá Sello’ini komu upp á skift úr hvør sínum enda av kirkjuni.
Tóri Restorff Jacobsen og Petur Martin Johannesen vístu síni kynstur ávíkavist á sello og urgu.
Sterkar solorøddir
Steinvør og Suð hava roynt nógv ymiskt higartil, og tað hevur sanniliga ikki skortað upp á fjølbroytni. Eitt nú Abba-konsertirnar verða seint gloymdar.
Hesa ferð var skráin ein heilt onnur. Meir friðarligur og siðvandur sangur, men ikki minni krevjandi, kanska heldur tvørturímóti. Samanlagt var ljómin hesa ferð sum eitt milt “Suð”, júst sum navnið á kórinum, og tær komu væl frá uppgávuni.
Mær dámdi væl røddirnar, sum kórleiðarin hevði valt út at syngja solo’ir inn ímillum. Gjørdist í veruleikanum jaliga bilsin av at hoyra kraftina og reinleikan í røddunum hjá solistunum. Tað hoyrdist, at tær høvdu vant bæði nógv og væl. Og tað loysir seg, tað varð staðfest leygarkvøldið.
Í tí eina sanginum fingu tær hjálp frá nøkrum mansrøddum. Hetta gav tí sanginum eina enn størri fyllu og dám.
Tað veldst sjálvandi um oyra, sum hoyrir, men fyri mong mundi upplivingin í kirkjuni hetta kvøldið vera annað og meira enn bert framførslan. Innihaldið í sálmunum var andaliga uppbyggjandi og stimbrandi. Har sangteksturin var á latíni, var hann umsettur til føroyskt í skránni, so ein kundi fáa innihaldið við.
At kunna sita í eini so framúr flottari kirkju við slíkum ljóðrúmi og hoyra væl vandar røddir syngja slíkar sangskattir – tað var, og er, ein framíhjárættur, sum kann viðmælast øllum at royna.
Seinasti sálmurin, ið Suð sang, tók so sera væl saman um innihaldiði tí, sum sungið varð hendan tíman:
Er Gud við mær, so stríði
ímót mær, hvat ið má!
Eg eftir honum bíði,
hans hjálp eg skjótt skal sjá!
Vil Gud mær góður vera,
og gav hann mær sín frið,
hvat kann mær Satan gera,
og alt hans ónda lið!
Samanumtikið ein flott konsert, ið var sum eitt milt suð omanfrá og tí væl hóskandi til stásiligu karmarnar, sum Christianskirkjan er.
Takk fyri!
Stutt um Suð-
konsertina
Suð:
Alvilda Mørkøre
Assa Færø
Ásla Fonn
Erla Petersen
Fríðborg K. Jacobsen
Gunvá við Keldu
Hallgerð Brim Joensen
Henny Gerðalíð
Hildegunn Mortensen
Johan Høj Jacobsen
Jónfríð Foldbo
Martha Mýri
Simona Johannessen
Sólferð Johnsdóttir Færø
Tove Vitalis
Tóra við Keldu
Unnur S. Fonn
Menn:
Jógvan Høj
Leivur Fonn
Oddmar Marsten
Petur Vitalis
Theodor Fonn
Leiðari:
Steinvør Fonn
Orgul:
Petur Martin Johannesen
Sello:
Tóri Restorff Jacobsen




