Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Konsertin við Ole Børud aftur á skrá

Jóhann Lützen

Konsertin við norska Ole Børud, sum upprunaliga skuldi vera í apríl 2020, er nú endiliga sett aftur á skrá – Konsertin verður Leygardagin 7. mei kl. 20.00 í Nebo á Toftum. Tað er GJAMMA-Live sum skipar fyri konsertini, og fegnast vit um enn eina ferð at gera brúk av framúr góðu hølunum í Nebo og samstarvið við fólkini har rundanum.

Ole Børud er av kendari tónleikara-familju. Pápin – Arnold Børud – er navnframur innan andaliga tónleikaheimin í Norra, og vaks Ole upp í einari sannari sang-familju, familju-bólkurin Børud-Gjengen – seinni Arnold-B Family – var virkin í 80´unum og 90´unum.

Eftir at Ole Børud byrjaði sína egnu songleið í 90´unum hevur hann roynt seg innan ymsar tónleika-greinar, heilt frá heavy-metal til pop. Seinastu árini hevur tónleikur hansara tó mest verið merktur av ”soul” og ”funk”, eins og hann hevur verið ein av forsprákarunum innan endurreisnina av ”west-coast-pop” sjangruni.

Í februar í ár lat Ole Børud útgávuna ”Soul Letter” av hondum, og ber hon brá av ”old-school-soul” við sterkum árini av ”rhythm & blues”. Konsertin í Nebo er partur av tónleika-rundferð hansara til frama fyri nýggju útgávuna – men teir kendu góðu gomlu vera eisini at hoyra. Ein konsert við Ole Børud er eitt satt tónleika-upplivilsi av slíkum slag, sum bara kann upplivast ”LIVE”. Ole ferðast við fullum tónleikabólki við blásarum, og frá fyrsta tóna-sláttri verður áhoyrarin tikin inn í eitt satt tónleika-univers, har trupult er at lata føturnar standa í frið. Tískil hava fyrireikarnir bert sett nøkur fá sitipláss til sølu, hetta verður ein konsert sum flest øll vilja uppliva uppá standandi fót!

Hesir tónleikarar manna bólkin hjá Ole Børud á konsert-ferðini:

Trummur: Ruben Dalen / Bass: Lars-Erik Dahle / Guitar: Markus Lillehaug Johnsen / Tangentar: Frode Mangen / Trompet: Jens Petter Antonsen / Saksofon: Børge Are Halvorsen  / Trombon: Even Kruse Skatrud