Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konsertir hjá Føroya landsorkestur

Tíðindaskriv

Føroya Landsorkestur fer at hava tríggjar kirkju konsertir komandi dagarnar. Tann fyrsta er í Christianskirkjuni í Klaksvík í kvøld kl 19.00 …

Føroya Landsorkestur fer at hava tríggjar kirkju konsertir komandi dagarnar. Tann fyrsta er í Christianskirkjuni í Klaksvík í kvøld kl 19.00, onnur í Gøtu Kirkju í morgin, hósdagin, kl. 19.00 og og triðja og síðsta í Vesturkirkjuni í Havn fríggjdagin 13 kl. 19.00. Orkestrið fer at spæla blandaðan góðan tónleik.Á skránni er millum annaðPrelude to a Celebration eftir Philip Sparke,Lincolnshire Posy eftir Percy Grainger,Sorrig og Glede, sum er eitt gamalt Kingo lag,Slavonic Dances eftir Antonin Dvorak ogNuclear Power eftir Otto Schwartz.

Tað er kendi dirigenturin Bernharður Wilkinson, sum stjórnar orkestrinum. Konsertirnar eru ókeypis.