Tey sum ætla sær í Kalsoynna fríggjadagin 1. august, tá Kópakonan verður avdúkað, skulu hugsa seg um, tí til ber ikki hjá øllum at koma tvørtur um fjørðin samstundis.
Fyrireikararnir hava gjørt avtalu við Strandfaraskip Landsins um, at Ternan kemur at sigla hendan dagin í staðin fyri Sam. Hetta tí at roknað verður við, at tiltakið fer at hava stóran áhuga (skráin liggur eisini her á síðuni).
Fríggjadagin verður skipað fyri fleiri tiltøkum, soleiðis at tað ber væl til hjá fólki at koma í oynna tíðliga um morgunin. Har vera gongutúrar skipaðir, eins og nógv forvitnisligt verður at stytta sær stundir við, til Kópakonan verður avdúkað um tvey tíðina seinnapartin.
Heitt verður eisini á fólk um ikki at hava egnan bil við í Kalsoynna, tí trupulleikar við parkering og koyring ígjøgnum tunlarnar kann koma at vera ein trupulleiki um fólk hava egnan bil við.
Ístaðin er skipað fyri, at armbond kunnu keypast á kunningarstovuni í Klaksvík. Armbondini eru gjald fyri ferðing aftur og fram við Ternuni og eisini við bussunum av Syðradali til Mikladals. Bygdaleiðir seta fýra stórar bussar í Kalsoynna hendan dagin, samstundis sum lítli bussurin í oynni flytir fólk aftur og fram úr Mikladali og Trøllanesi, so latið bilin standa eftir í Klaksvík so vítt gjørligt.
Sí skránna fyri 1. August aðrastaðni í blaðnum, eins og ferðaætlanina hjá Ternuni fyri dagin.