Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kópakonan økir um ferðafólkastreymin í Kalsoynna

Oliver Joensen

Tríggjar teir fyrstu mánaðarnar í 2015 øktist talið av ferðandi við Sam við út ímóti einum triðingi.

Hyggur ein at ferðafólkatalinum, ið er til skjals á ssl.fo, so sæst. At ferðafólkatalið líka frá 2009 og til 2014 hevur verið spakuliga fallandi.

Hóast talið á ferðafólkum við Sam í 2014 er sera lágt, so sást á tølunum fyrstu mánaðarnar eftir 1. august tá Kópakonan varð sett upp á Stórakneysa í Mikladali, at stórur munur var á ferðafólkatalnum í august og september. Ongin ivi er um, at Kópakonan eigur ein stóran leiklut í tí.

Hetta verður eisini undirbygt av trimum teim fyrstu mánaðunum í ár. Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í fjør flutti Sam 5.964 ferðafólk. Í ár, altso 2015 flutti Sam heili 8.719 ferðafólk ella góð 31% fleiri enn somu tíð í fjør.

Ynskja betri samband

Kunningarstovan í Klaksvík sigur, at orsakað av at ongin sigling er um Kalsoyarfjørð kl. 10 fyrrapartar týsdag og hósdag, setast nógv ferðafólk aftur, tí um tey hava hug at fara túrin at hyggja eftir kópakonuni, so mugu tey hesar dagar fara yvirum um áttatíðina á morgni og sleppa ikki yvir um aftur fyrr enn seint seinnapartin.

Umframt at ynski er um at Sam siglir hvønn dag kl. 10 á morgni, so hevði eisini verið ynskiligt at ein túrur var stutt eftir miðdag, sigur Kunningarstovan í Klaksvík, tí tað eru eisini fleiri ferðandi, ið vilja klára túrin til Kópakonuna og til Svínoyar og Fugloyar sama dag, men tað ber ikki til eftir ferðaætlanini ídag.

Har afturat átti Strandferðslan at umhugsa at sett Sam inn fleiri túrar nú summarhátíðin byrjar, tí Kunningarstovan í Klaksvík heldur, at tað hevði helst borið til at fylt Sam einar tvær ferðir teir dagar, tá ferðamannaskipini eru her.

Norðlýsið hevur vent sær til Hilmar Eliasen, stjóra á Strandferðsluni um spurningin. Hilmar Eliasen segði, at Strandferðslan fór at taka spurningin um Sam upp til nærri viðgerð.

Harleywoodpaint