Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kópakonudagur í allari Kalsoynni

Dávur Winther – Myndir: Dávur Winther

Leygardagin 1. juli er øll Kalsoyggin vertur fyri einum spennandi degi við drúgvari skrá, sum strekkir seg um alla oynna.

Byrjað verður í Syðradali kl. 8.30 við frágreiðing um minnisvarðan, síðani verður farið til Húsar kl 9.45, har m.a. søla og frágreiðing um framleiðslu av rabarbusaft er á Norðurgarði.

Síðani verður farið til Trøllanesar, har framsýning er í gomlu Smiðjuni við bjargaútgerð, línum o.ø. Framsýning er í skúlanum við málningum av Karl Jóhan Østerø, og eisini verður skipað fyri útferð norður á Kallin og Smiðjan er opin.

Kl 12. letur upp í Mikladali ein serlig framsýning við myndum eftir Hans Hansen – í barnaheimi hansara í Rossalið. Hesa framsýning hevur Norðoya Listafelag sett upp, og tá at tað frættist um hesa framsýningina, vóru fleiri, sum vildu lána myndir, men hølini eru avmarkað.

Eisini letur upp framsýning í erva í Fossstovu við listarverkum eftir Fridtjof Joensen og ein framsýning er í Café Mikladal við málningum eftir Martin Joensen. Framsýning er í Lærarahúsinum við skitsum o.ø. eftir Hans Jacob Glerfoss. Smiðjan í Norðnástovu og Café Mikladal í Innistovu eru opin.

Kl 15.15 verður so Brúgvakonsert við Innistovu har Martin Joensen, Asta Højgaard, Jógvan Joensen frá X-factor og Eivør Pálsdóttir syngja og spæla.

Ternan siglur allan dagin og gott bussamband er til og frá Syðradali. Armbond til skipafluttning, bussar og konsert á Stórakneysa og á Brúnni verða seld í forsølu á Norðoya Kunningarstovu – Vaksin: kr. 200,- Børn 7-15 ár: kr. 50,-.

Jú, lagt er upp til eina spennandi dag við rúgvusmiklari skrá, sum tú kanst kunna teg betri um HER