Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kópurin smakkar væl

Jákup Ósá

Smakkiroynd hevur verið av kópakjøtinum, sum verður serverað til gestirnar í Mikladali seinni í dag.

Tað er Magni Garðalíð, kokkur, sum stendur fyri at matgera kóp, sum kann smakkast í Mikladali seinni í dag, tá matsølan Viljin opnar heilan køk á parkeringsøkinum Suðuri í Húsi. Tá ber eisini til at keypa sær ein størri kópa búff, um ein ynskir tað.

Oliver Joensen, myndamaður, slapp til smakkiroynd á Húsum í morgun og hann sigur, at kópurin smakkaði framúr væl, og at gestirnir hava nakað at gleða seg til seinni í dag, tá smakkiroyndir vera í Mikladali.

Skráin fyri dagin í Kalsoynni kann síggjast HER