Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“Kórið hjá Jóhan” á vitjan í Esbjerg

Hannefía Joensen

Leygardagin 31. mars kemur føroyska kórið “Kórið hjá Jóhan” á stutta vitjan í Esbjerg. Kórið er á veg móti Berlin og steðgar so á í Esbjerg at vitja føroyingar har. Konsert verður henda leygardagin klokkan 18:00 í Zions kirkjuni.

Kórið fer á hesi konsertini bæði at syngja føroyskt og útlendskt. Sungnir verða bæði sálmar og føðilandssangir, ið føroyingar flest allir hava tokka til. Hvør kennir ikki”Einki er sum summarkvøld við strendur” og “Nú hitar sólin bjarta land og hav” ? Sálmarnir “Úr neyðardýpi, Guð, til tín” og yndisliga sálmalagið “Bøn” eins væl og okkurt, ið kórleiðarin, Jóhan Mortensen, hevur gjørt verða eisini á skránni.

Harumframt sleppa áhoyrararnir m.a. at hoyra “Jesus bleibet meine Freude” av Bach og ein negrospiritual, ið eitur “Were you there when they crucified my Lord?”.

“Kórið hjá Jóhan” er eitt blandað kór við einum 30-35 sangarum. Meginparturin av manningini í kórinum kemur úr økinum kring Skálafjørðin. Kórið var eisini á sangferð uttanlands í páskafrítíðini í fjør, og tá gekk leiðin til kekkiska høvuðsstaðin Prag. Eisini tá steðgaði kórið á í Esbjerg og hevði eina konsert har. Steðgurin gjørdist ein ógloymandi løta, har allir sangararnir nutu tann stóra blíðskapin, ið teimum varð vístur.

Sum sagt, so er kórið í ár á veg til Berlin, har steðgað verður í fýra nætur. Á vegnum heimaftur til Føroya fer kórið at vitja sítt danska vinarkór “Flyndersøkoret” í Sevel – ikki so langt frá Skive. Konsert ella sangguðstænasta verður í Ejsing kirkju langafríggjadag, har bæði føroyska og danska kórið syngja – hvør sær og saman.

Leygardagin 7. apríl fer føroyska ferðalagið, ið telur 53 fólk, heimaftur við Norrønu.