Fríggjadagin settu brøðurnir Hjalti og Eyðstein Poulsen glas í annað karið, sum hevur staðið norðuri á Stongunum við livandi fiski.
Tvey av teimum vælumtóktu kørunum, ið stóðu norðuri á Stongunum á Føroya Sjómannadegi, vóru í síðstu viku flutt suðurum, har ið Sam leggur at. Útróðrarmenninir hava tikið sær væl av kørunum og teimum mongu fiskunum, ið enn svimja í teimum, vit at fóðra teir við m.a. høgguslokki.
Men av tí at kørini hava staðið mitt á bryggjuni, hava tey verið til ampa fyri dagliga arbeiðinum hjá útróðrarmonnunum, tískil varð avgjørt at flyta kørini longur heim á bryggjuna.
Nú tey vóru komin suðurum ferjuleguna, tømdu Hjaltur og Eyðstein fríggjadagin tað eina karið, og fluttu allan fiskin yvir í hitt. Hetta gjørdu teir, fyri at teir kundu seta eitt glas í síðuna, soleiðis, at fólk nú kunnu hyggja inní síðuna á karinum og eygleiða teir flottu toskarnar og tær vøkru hýsurnar. Í karinum svimja fleiri onnur sløg av fiski, umframt at fleiri sløg av botndjórum hald til niðri á botninum, eitt nú hummari, krabbar og krossfiskar.
Ímeðan kørini hava staðið við egningarskúrarnar, hava rættiliga fitt av fólkið hugt eftir fiskunum.
Hjaltur og Eyðstein vóna, at nú kørini eru flutt og glas er sett í, at fólk eisini fara at taka væl ímóti hesum. Teir halda t.d., at kørini eru eitt gott mál fyri styttri útferðir hjá barnagarðsbørnum í býnum.




