Á Føroya Sjómannadegi verður hugsað um familjuna. Tað skal vera ókeypis at vitja og sjálvandi skulu børnini hugna sær.
Kørini við livandi fiskum hava altíð havt stóran áhuga, og longu nú eru kørini komin upp at standa og nakað av fiski er eisini komið í tey. Men komandi dagarnar verður meira gjørt við tað, og fyrireikararnir vóna at fáa livandi fiskar nógvastaðni frá, tí tað er umráðandi at nógv ymisksligt er at síggja í kørunum.
Í norðasta karinum er vatn og ikki sjógvur í, hetta karið er roknað til laksar. Í øllum hinum er sjógvur í. So um menn og kvinnur koyra livandi fisk úr havinum í kørini, so er at koyra hann í kørini har sjógvur er í.




