Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Korta nei til at brúka fleiri pengar uppá Fólkaskúlan

John William Joensen

Fleiri tingfólk settu spurnartekin við at landstýrismaðurin ætlar at játta fleiri pengin til Fólkaskúlan. Hetta kom fram undir munnligu fyrispurningunum mikudagin.

Óli Breckman:
– Korta nei til at brúka fleiri pengar uppá Fólkaskúlan.
– Ein gamal bilur ella skip má butur. Ein kann iikki blíva við at vera umvælt fyri fleiri og fleiri milliónir.
– Og hendan her brigadan av serfrøðingum sum kallast Føroya Lærarafelag, tey hava 46 tilráðingar og eg hvørki sá ella hoyrdi nakað um at tann vanligi limurin í Føroya Lærarafelag skal sleppa at royna seg í eini fríðari kapping móti øðrum limum í Føroya Lærarafelag.
– Tey halda hondina yvir hvørjum øðrum og hetta er ein vissur partur av fjóðru divisjón harra formaður um eg kann sleppa at siga mína meining um Føroya Lærarafelag – og tað má vera slutt.

Tórbjørn Jacobsen:
Spurdi landsstýrismannin um man ikki heldur átti at fara inn í skipanina og kanna um ein ikki fekk meira fyri teir pengar sum vóru brúktir uppá Fólkaskúlan.

Fleiri tingfólk hildu tað vera løgið at pisakanningin hevði ført til hægri játtan. Tað átti at vera fari grundigari til verka hildu fleiri.

Harleyfacadeacryl