Nú jólini stunda til, er breið semja um fíggjarlógina. Semjan er millum samgonguna, Tjóðveldi, Javnaðarflokkin í fíggjarnevndini.
Fíggjarlógin 2014 á góðari kós, nú tað stundar til jóla
Nú jólini stunda til, er breið semja um fíggjarlógina. Semjan er millum samgonguna, Tjóðveldi, Javnaðarflokkin í fíggjarnevndini.
Semjan leggur upp til, at tamarhald er á rakstri og útreiðslum við ymiskum raðfestingum á fleiri økjum, og allar tær stóru verkætlanirnar, sum eru í umbúnað, eru partur av fíggjarlógini fyri 2014 og tí á tryggari kós.
Nakrar av stóru verkætlanum eru Skúlin í Marknagili, útbygging av sjúkrahúsi, útbygging av miðnámsskúlunum í Klaksvík og á Kambsdali og bygging av stovnum og íbúðum til fólk við serligum avbjóðingum. Eisini er sett av til útbygging av vegakervinum og bygging av tunlum, so nógv er hent higartil í hesum valskeiðnum.
Serliga er at fegnast um, at nú er felags kós um undirsjóvartunlarnar, sum eru størstu og mest týðandi mál á samferðsluøkinum. Samgonga og andstøða hava í semju sett út í kortið, so bæði Eysturoyar- og Sandoyartunnilin verða bygdir í hesi røð. Á fíggjarlógini 2014 eru 15 milliónir settar av til stovnan av partfelag til hesar tunlarnar, sum verða bygdir sum aðrir undirsjóvar tunlar sum eru gjørdir áður.
Roknað verður við halli upp á 219 milliónir krónur, og hetta eigur at verða hildi, hóast tað er ein avbjóðing.
Semja er í fíggjarnevndini um at fáa raksturin í trygga legu, og tað er hugaligt, at tað hevur borið til at fáa semju um nakað so grundleggjandi sum fíggjarlógina.
Ein av stóru avbjóðingunum í framtíðini er at fáa skapt nýggjar vinnumøguleikar, so fleiri inntøkur kunnu fáast til vega at menna samfelagið við. Høvuðsendamálið eigur at vera, at vit taka fulla ábyrg av okkara landi.
Rodmundur Nielsen, løgtingsmaður




