Nógv arbeiði er á Kósini í løtuni. Egil Johansen sigur, at tað er mest toskur og upsi, ið framleitt verður úr.
Vit hava avgjørt ikki at fara í summarfrí á Kósini í ár, sigur Egil Johansen víðari.
Virkið lá leingið stilt orsakað av arbeiðssteðginum í vár og tí hava vit í samráð við arbeiðisfólkið avgjørt at vit fara ikki at leggja virkið stilt í summar, sum vit annars plaga.
Vit hava keypt nógvan fisk frá trolarum og línubátum í summar, eitt nú var Brestir her í vikuni við eini 90 tonsum av upsa og toski.
Línubátarnir, ið vanliga avreiða til virkið hava ikki serliga góðan fiskiskap í løtuni og harafturat kemur, at teir eru bara tríggir, sum eru til fiskiskap í løtuni. Jakup B liggur heimi á Stongunum har stórar umvælingar verða gjørdar. Núpur er niðri í Danmark og harafturat liggur Klakkur við bedingina.
Men vit keypa eisini nógvan útróðrarfisk á gólvuppboðssøluni.
Hóast tað mest er toskur og upsi, sum arbeitt verður við á Kósini, so verður eisini hýsa keypt og hon fer fyri tað mesta yvir á Pure Water, har teir framleiða mest úr laksi og hýsu, sigur Egil Johansen, av P/F Kósini at enda.




