Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kósin hevur fingið nógvan fisk í vikuni

Oliver Joensen

Egil Johansen, innkeypsstjóri á Kósini sigur, at Kósin, síðani mikudagin í síðstu viku hevur tikið ímóti umleið 990.000, mest frá teim stóru línubátunum.

Egil Johansen sigur, at teir stóru línubátarnir komu um vikuskiftið og síðst í farnu viku inn at landa, tí streymurin harðnar nú.Síðani mikudagin í síðstu viku hava hesir avreitt til Kósina: Núpur 145.000 pund, Pison 145.000, Polarstjørnan 142.000, Jákup B 125.000, Helena 120.000, Kvikk 90.000 og Ågot 64.000 pund. Harafturat hevur Kósin keypt uml. 60.000 pund frá útróðrarbátum og 100.000 pund av gólvuppboðssøluni.
Sera nógv arbeiði hevur verið á Kósini seinastu tíðina. Egil Johansen sigur, at um helvtin av fiskinum, sum línubátarnir komu við er toskur og hin helvtin hýsa.
Hýsan og toskurin verða arbeitt á flakavirkinum á Kósini og á PureWater, ímeðan allur toskurin fer til saltingar á Kósini.
Víðari verður sagt, at orsøkin til at allir línubátarnir koma inn nærum ísenn er sjálvandi at streymurin harðnar. Vit royna at stýra tíð eitt sindur, so ikki allir koma sama dag, men annars ber ikki til at stýra tilgongdini frá teimum størt neyvari eftir framleiðslutørvinum, tí línubátarnir mugu sjálvandi sleppa at fiska tá streymurin er góður.
Sigast má, at januar mánaði hevur hyldnast væl hjá línubátunum, tað var ein streymloysa har veðrið tarnaði fiskiskapinum nakað, men annars hava vit fingið nóg mikið av fiski alla tíðina.
Teir stóru línubátarnir í Klaksvík avreiddu um 50% av allari rávøruni, sum Kósin keypti í 2003, so teir eru ein sera stórur partur av grundarlagnum undir Kósavirkinum.