Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kósin hevur stóran týdning fyri lokalsamfelagið

John William Joensen

Tað sigur Hergerð Joensen sum hevur drúgvar royndir sum fagfelagskvinna, lokalpolitikari og sum nevndarlimur í Føroyagrunninum síðan 1990.

Í dag er Hergerð næstformaður í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag har hon hevur verið virkin í nevndini síðan 1982.

Hon var sum nevndarlimur í Føroyagrunninum við til hátíðarløtuna tá skjalið um yvirtøkuna av Kósavirkinum var undirskrivað av stjóranum í JFK og Føroya Banka og hon fjalir ikki yvir at hetta var ein sann hátíðarløta.

– Vit mugu minnast til at stórur partur av arbeiðarafjøldini í Klaksvík hevur lítla og onga útbúgving og tí hevur tað havt stóra ávirkan á hesi at størsta arbeiðsplássi í býnum stongdi.

– Harafturat hevur ein stórur partur av arbeiðsmegini á Kósavirkinum verið skúlaungdómar. Hesi velja ofta at taka frí frá skúla í eitt ávíst tíðarskeið fyri at tjena pengar og eisini eru tað fleiri, sum eftir skúlatíð hava arbeitt á Kósini.

– Eg haldi tað hava stóran týdning at tey ungu hava lætta atgongd til arbeiði og tí haldi eg at Kósin hevur ein nógv størri týdning enn tey flestu halda.

– Kósavirkið lat dyrnar upp í 1965 og síðani eru nógvar familur í Klaksvík uppvaksnar á Kósavirkinum og tí hevur tað sjálvandi havt eina sera stóra sálarliga ávirkan at Kósavirkið lat aftur.

– Býurin hevur eisini virkað sera stillur tí tað var altíð nógvur trafikkur rundan um Kósina. Daglig landaðu fleiri skip til virkið og tað skapar jú ringvirkningar í øllum samfelagnum.

– Tí ivist eg heldur onga løtu í at handilslívið í býnum nú far eitt skump rætta vegin og ikki at gloyma Kommunu kassin.

Trupul tilgongd
Hergerð Joensen sigur at sum limur í Føroyagrunninum hevur hon merkt eitt ávíst trýst frá fólki um at fáa Kósina í gongd aftur.

– Tað hevur gingið sera trekt at fáa virksemið aftur á virkinum og sjálvandi hava fólk verið ótolin.

– Onkur hevur eisini spurgt hví vit ikki bara lótu virkið upp aftur, men spurningurin hevur verið meira trupul enn sum so – tí umráðandi hevur verið at tryggja virkinum ein sunnan og góðan rakstur.

– Onkrar atfinningar hava verið ósakligar og serliga tá lagt hevur verið eftir okkum sum manna nevndina í Føroyagrunninum – heldur enn at viðgerða sjálvt evnið – men eg skilji væl at fólk hava verið ótolin.

– Fyrst royndu fyrrverandi eigararnir at fáa virkið í gongd aftur, men tað gekk ikki.

– Men nú trúgvi eg at virkið er sanera so mikið at til ber at fáa endarnar at hanga saman, sigur Hergerð Joensen sum tó ikki vil siga hvussu nógv Føroyagrunnurin hevur sett í Kósavirkið.

– Vit koma kanska við triðinginum – men enn er einki endaligt.

Hátíðarløtan
Hergerð Joensen sigur at hon nú gleðist stórliga.
– Eg má siga sum er at eg eri virkiliga glað um at tað eydnaðist at koma so langt sum at skrivað undir yvirtøkuskjalið og tí var eg ikki sørt rørd.

– Eg merki eisini á fólki at tað lætnaði eitt sindur beinan vegin, tí nú Kósin verður latin upp – ferð hetta at hava eina sera jaliga ávirkan á lokalsamfelagið.