Eitt dótturfelag hjá Kósini hevur keypt partrolararnar Safir og Smaragd frá felagnum Gimsteinar
Stjórin í Maru Seafood, Jóhan Páll Joensen, váttar fyri Norðlýsinum at eitt dótturfelag hjá Kósini hevur keypt parið frá felagnum Gimsteinur, sum JFK Trol og Kjølbro Heilsøla saman við øðrum eiga.
– Endamálið hjá okkum er at fáa betur yvirblikk yvir ráðvøru grundarlagið hjá Kósini, sigur Jóhan Páll, sum annars vísti til semju við seljaran um ikki at upplýsa keypsprísin.




