Eftir at Kósavirkið hevur verið stongt í umleið eitt ár, byrjar virksemið aftur ímorgin týsmorgunin kl. 9.00.
Sum kanska flestu hava roknað við, so verður ikki byrjað við fullum seglum, tí nógv er at fáa upp á pláss áðrenn hjólini malað við fullum styrki, men tó frættir Norðlýsið at byrjað verður við umleið 40 fólkum til arbeiðis ímorgin, og miðað verður eftir at fleiri fólk koma í arbeiði sum frá líður.
Um ráðvøruna frættir Norðlýsið, at virkið fer at taka ímóti fiski frá Smaragd og Safir í morgin.




