Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kósin letur upp um fáar vikur

John William Joensen

Tað segði Hanus Hansen, stjóri í JFK, í morgunsendingini hjá Krigvarpinum.

Seinastu tíðina hava royndir verið gjørdar at lata upp Kósavirkið og í morgun var ein bjartskygdur stjóri í JFK í morgunsendingini hjá Kringvarpinum.

– Eg vanti at Kósavirkið letur upp um fáar vikur ella dagar, segði Hanus Hansen sum tó einki segði um hvussu eigaraskarpurin verður skrúvaðuar saman.

Hetta má sigast at verða gleðitíðindi og vit á Norðlýsinum ynskja Hanusi & Co. góða eydnu við tíðandi verkinum.

Kristian Martin Rasmussen, segði at teir keyptu trolararnar frá Maru Samtakinum fyri at hesir kundu avreiða til Kósina.
– Vit hava gjørt íløgur í hesi skipini og tey virka væl nú og so skjótt Kósin letur upp fara teir at landa til virkið.

Nýtt skip fyri Næraberg.
Ì sendingini greiddi stjórin í JFK frá at teir í løtuni vóru í ferð við at keypa eitt frystiskip fyri Næraberg og at hendan avtalan fór at koma uppá pláss ein av komandi døgunum.