Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kósin og Kjølbro Heilsøla keypt línuskipið Núpur

John William Joensen

Flakavirkið Kósin og Kjølbro Heilsøla hava í vikuni keypt allan partapeningin í línuskipinum Núpur

Jákup Mikkelsen, stjóri á Kjølbro Heilsølu, váttar fyri Norðlýsinum at teir saman við Kósavirkinum hava keypt línuskipið Núpur.
– Hetta er eitt framhald av samstarvinum sum feløgini hava í sambandi við keypið av partrolarunum Smaragd og Safir.
– Tað eru tvær høvuðsorðsøkir til at vit fóru inn í hetta samstarvið, og tað er at varðveita skip á Vánni og at tryggja Kósavirkinum meira ráðvøru.
– Línuskipini eru góðir kundar hjá heilsølun og í dag levera vit baði útgerð og proviant til línuflotan, so tað var náttúrligt fyri okkum at vera við í hesum samstarvinum við Kósina.

Tað vóru 8 paraeigara í Núpi harímillum Óli Marner Christiansen og Erling Petersen.
 
Einki verður upplýst um keypsprís.