Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kósin steðgar framleiðsluni í dag

John William Joensen

– Trolararnir sum nú eru farnir av bygdini standa fyri umleið 80% av grundarlagnum undir Kósavirkinum og tí fara vit ikki at keypa meira fisk fyrr enn vit hava fingið greitt signal um hvat hendir við trolarunum, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood.

Tað var ein ófrættakendur dámur allan gjárdagin tá teir seks trolararnir, sum Føroya Banki nú eigur, silgdu út eftir Vánni fyri kanska seinastu ferð.

Hesi trý árini hava trolarnir avreitt fyri einar 40 milliónir krónur um árið til Kósina og samlað hevur Kósin og trolararnir havt ein umsetning millum 200 til 250 milliónir krónur um árið.

Tá fólkið á Kósvirkinum fara til húsa í dag stegðar samstundis virksemið – sum seinastu trý árini hevur umsett fyri næstan 800 milliónir krónur.

Tey 200 fólkini, sum umborð á seks trolarum og á Kósavirkinum seinastu trý árini – hava við sínum hondum staði fyri eini framleiðslu sum samlað hevur havt ein umsetning fyri næstan eina milliard krónur í trý ár.

Hesar dugnaligu og virkisfúsu hendur verða nú stungnar í lummarnar og harvið steðgar øll framleiðsla.

Stjórin veit einki at siga í løtuni
Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood sigur at í løtuni eru samráðingar við Føroya Banka um at keypa skipini aftur.

– Sum støðan er í løtuni verður einki virksemið á Kósini í komandi viku.

– Orðsøkin til hetta er at vit í løtuni ikki hava nakran fisk at framleiða og vit fara ikki at keypa fisk so leingi sum vit ikki vita hvat hendur við trolarunum.

– Tað eru einir 70 mans knýttir at trolarunum og línubátunum hjá okkum og hóast línubátarnir framhaldandi eru í vinnu so er tað greitt at missa vit trolararnar verður neyvan grundarlag fyri at reka virkið á tí støði tað hevur í dag.

Sum Norðlýsið skilir er tað av praktiskum orðsøkum at Føroya Banki hevur gjørt av at trolararnir skullu liggja í Runavík meðan teir verða seldir.