Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kostar 288 milliónir at reka Klaksvíkar kommunu í 2025

Jóhann Lützen

Á býráðsfundinum í kvøld fara býráðslimirnir millum annað at samtykkja fíggjarætlanina fyri 2025. Vit hyggja at inntøkum, útreiðslum og raðfestingunum

 

Úr málinum um uppskot til fíggjarætlanina fyri 2025 kunnu vit lesa at:

  • Inntøkurnar eru 381 mió. kr.
  • Rakstur 288 mió. kr.
  • Rentustuðul og rentur 19,4 mió. kr.
  • Íløgur 56 mió. kr.
  • Avdráttir 17,6 mió. kr.
  • Uppskotið javnvigar sostatt við kr. 0.
  • Skattaprosentið er óbroytt 20,75%,
  • Barnafrádrátturin hækkar úr kr. 6.500 til 8.000.

 

Hyggja vit at rakstrarstøðunum, talvan niðanfyri, sæst at skattainntøkurnar økjast við 8,1% ella 28 mió kr. og umleið helvtin av hesi meirinntøku verður løgd aftrat ymsu rakstrarstøðunum.  Mentan og frítíð og Kommunal fyrisiting fáa størstu økingina. 

 

 

Inntøkunar hjá Klaksvíkar kommunu útgreinaðar niðanfyri:

 

 

Íløgurnar hjá Klaksvíkar kommunu fyri 2025 eru útgreinaðar niðanfyri. Hornaskýlið við Djúpumýru og lendisarbeiði viðvíkjandi nyggja hotellinum fara avstað við flestu íløgukrónunum. 

 

 

Býráðsfundurin byrjar kl. 17.30 og verður í Varpinum. 

Býráðsskráin kann takast niður her: Býráðsskráin 28. november 2024