Týsdagin 13. mai kl. 15.00 verður skipað fyri ókeypis skeiði í heilsugóðum mati úr fiski, og talan er um sera vælsmakkandi fiskarættir á Klaksvíkar Sjómansskúla.
Lærari á skeiðinum verður Jákup Ziskason, ið er útbúgvin kokkur. Og Jákup hevur drúgvar royndir. Hann hevur undirvíst í matgerð síðani sekstiárini, og talan er um fjøltáttaða frá læru við gerandismati, fínari matgerð, dessertum eins og bæði heilsugóðum eins og klænkimati. Harumframt hevur hann gjørt mat til eina ørgrynnu av tiltøkum, har tey størstu eru trýrættaðar mataskráir til yvir 100 fólk.
Tilmelding fer fram hjá Klaksvíkar Sjómansskúla, tlf 456128 – 215739 og skeiðið er ókeypis.
Skeiðið vendur sær serliga til tey, sum starvast sum skipskokkar, men í tann mun pláss er, eru onnur eisini vælkomin.
Ókeypis smakkiroyndir
Kl. 18.00 eru øll eisini tey, ið ikki hava verið á skeiðnum, vælkomin til smakkiroyndir á Klaksvíkar Sjómansskúla.




