Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kotelettir og suppa sjóðrað umborð á Norðoying

Oliver Joensen

Tað gongur enn væl hjá Norðoyingi, sum er á veg til Hetlands. Manningin hevur júst fingið nátturða.

Kl. 19.30 vóru vit í samband við Jógvan S. Vit frætta at tað gongur væl við rógvingini hjá Norðoyingi. Teir hava hildið eina ferð uppá umleið 3 fjórðingar um tíman og tá vit ringdu vóru teir komnir góðar 16 fjórðingar suður úr Svínoynni. Teinurin til Hetlands man vera um 180 fjórðingar.
Teir umborð á Jógvan S søgdu okkum, at teir akkurat høvdu sjóðrað manningini á Norðoyingi nátturða umborð. Menuin var heit suppa og kotelettir og sós. Rógvararnir eru við gott mót, og ætla at royna at rógva allan teinin, um so er at veðrið verður til vildar.
Um veðrið siga teir á Jógvani S, at sjógvurin hevur víst seg at slætnað meira longur út teir koma, so enn sær gott út fyri túrinum.