Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Koyggisengur til Landssjúkrahúsið

Rigmor Dam

Ein kona ringdi í áni. Hon hevði nú verið innløgd á B6 á LS í tvær vikur fyri krabba. Hon harmaðist um, at grannadeildin B7 aftur í ár var summarlukkað vegna sparingar, og at sjúklingarnir nú fleiri ár á rað hava verið trokaðir inn á hinar deildirnar (“Lazarettini” í fólkamunni).

Og tey siga, at tað gongur strúkandi!

Ein vinmaður varð innlagdur í 4 mánaðir á psykiatrisku deild við tunglyndi. Eg sigi bara eitt: Rumenia, go home! Kamarið líktist einum ramponeraðum bumbuskýli, og fyrstu tríggjar mánaðirnar, slapp hann ikki til samrøðu hjá sálarfrøðingi. Fíggjarligt rásarúm var ikki til at hugna um á deildini, ella til at seta fleiri sálarlæknar og sálarfrøðingar.

Og tey siga, at tað gongur strúkandi!

Í løtuni er bara ein ortopædkirurgur í føstum starvi á LS (til beinbrot o.l.) og hesin er farin um pensjónsaldur. Barnapsykiatarin flutti herfyri av landinum saman við manni sínum, sum var ungur og dugnaligur ortopædkirurgur á LS.

Og tey siga, at tað gongur strúkandi!

Tað er heilt ófatiligt at hoyra samgongulimir nú, kropp á kroppi, brósta sær av førda politikkinum, um vøkstur og framgongd.

Serliga tá ið tey nú, í 12. tíma, blankt viðganga, at heilsuverkið hevur fingið alt ov lítla játtan, meðan tey hava rátt.

Álvaratos, at tit koma tykkum!

Vit hava havt metstórar inntøkur, samstundis sum, at starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum umhugsa koyggjusengur til deildirnar.

Tit hava raðfest skattalætta til tey vælbjargaðu, og framhaldandi ókeypis útlutan av millidardavirðum.

Tit hava ikki megnað at venda halli til avlop, ella at bøta um ovurstóru haldføristrupulleikarnar í búskapinum.

Í søguliga góðum tíðum!

So tit hava onki at reypa av!

So leingi okkara sjúku og veiku verða soleiðis viðfarin, er ríkidømi onki vert.

Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin

Harleyfacadeacryl