Vit miðja ímóti at koyrandi verður ígjøgnum Eysturoyartunnilin áðrenn jól og tað kann væl verða at koyringin verður ókeypis fyrstu tíðina, hetta hava vit tó ikki tikið endaliga støðu til, sigur Teitur Samuelsen stjóri í Eysturoyartunnilinum
Eysturoyartunnilin knýtir Skálafjørðin og Havnina saman við einum undirsjóvartunli, ið tilsamans verður góðar 11 kilometrar langur.
Tað er so nógvur teknikkur inni í tunnilinum og hesin skal royndarkoyrast. Tí kann tað henda at koyrandi verður ókeypis fyrstu tíðina. Men hetta hava vit ikki tikið endaliga støðu til, sigur Teitur Samuelsen.



