Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Koyribreytin um Biskupstorg tikin upp

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Vøkru betonsteinarnar, sum hava ligið eftir koyribreytini kring biskupstorg verða nú tikin upp aftur.

Teir hava ikki virkað eftir vild – hava livað ov nógv og brotið ella meiðslað hvønn annan so mikið, at nú er valt at leggja annað tilfar sum farbreyt.

Eitt útlendskt tilfar frá Vuba, sum kemur í næstu viku, skal leggjast í tveimum umførum. Fyrst verður lagt eitt styrkjandi undirlag og so seinni eitt tilfar omaná, sum kallast Resin Bound.

Hetta er steinmatriali, sum er lagt í serligt lím og verður yvirflatan ljósir steinar.

Eini 1200 m2 verða tiknir burtur nú, har teir steinarnir, sum kunnu brúkast aftur til onnur arbeiði, verða tiknir til høldar.

Harleyfacadeacryl