Í morgun verður árliga skúlarenningin fyri næmingar í 1. til og við 9. flokki. Runnið verður út eftir Oyravegnum.
Í dag verður árliga skúlarenningin fyri næmingar í 1. til og við 9. flokki. Runnið verður út eftir Oyravegnum.
Tað skrivar heimasíða skúlans.
Áðrenn renningin byrjar, verður undirvísing sum vant. Men klokkan 9.30 verður felags upphiting í skúlagarðinum.
Eftir upphitingina byrjar sjálv skúlarenningin og skal hon væntandi enda klokkan 11.15.
Á heimasíðuni hjá skúlanum á Skúlatrøð skriva tey eisini hesar reglur:
– Vit gleða okkum til dagin og minna bilførarar á at koyra varliga, tí nógvir næmingar verða úti.




