Tað hevur leingi verið eitt stórt ynski millum tey, sum arbeiða viðferðslutrygd í Føroyum, at fáa eina koyritekniska breyt. Í flestu grannalondumokkara hava koyritekniskar breytir átt sín natúrliga leiklut í koyrifrálæruni ínógv ár. Á einari koyritekniskari breyt kunnu bilførarar í tryggum umhvørvi fáamøguleika at royna síni evni og avmarkingar í ymsum vandamiklum støðum.
Ein arbeiðsbólkur við umboðum úr Innlendismálaráðnum, Akstovuni, Landsverk,Løgregluni, Ráðnum fyri Ferðslutrygd og koyrilærarnir lótu í februar 2010 einafrágreiðing, har mælt var til at gera eina koyritekniska breyt í Føroyum.
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, legði tann 4. mars 2013 ætlanina fyrilandsstýrið fyri at vita, um undirtøka er fyri at arbeiða víðari við málinum.Undirtøka var fyri hesum, treytað av, at peningur kann finnast innan fyrikarmarnar á fíggjarlógini.
Kári P. Højgaard hevur tí avgjørt at arbeiða víðari við málinum og kanna, umkommunur og privatir partar møguliga eru áhugaði í at vera við í fíggingini aveini koyritekniskri breyt. Ein møguleiki er eisini, at koyritekniska breytinkann gerast í stigum.
Innlendismálaráðið 7. mars 2013




