Fríggjakvøldið var veitsla hildin í bygdarhúsinum í Leirvík, í samband við, at hálvthundrað ár vóru liðin síðani Harriet og Billu-Jógvan gingu saman í hjúnalag. Fyri Tjóðveldisflokkin flutti Tórbjørn Jacobsen fram niðanfyristandandi kvøðu.
Sum preludium tosaði hann um hesa løgnu órógvina, sum oftani legðist yvir flokkin um jóltíðir, og tók aftur í kendu greinina hjá Finnboga Ísakson, fyri tveimum árum síðani, táið hann lýsti hesi viðurskiftini soleiðis: ” Nú fara vit inn í jólavikuna, tá plagdi at vera í menniskjum friður og góður tokki, allastaðni uttan í Tjóðveldisflokkinum, har fara tey í kríggj á jólum.” Tá var tað Tobbi sjálvur sum stóð fyri skotum. Høgni Hoydal skuldi sjálvandi flyta røðu fram hetta kvøldið, men í øllum ivaseminum, hevði hann valt at útdelegera nakað av valdinum hesar tjúgu minuttirnar, og ætlanin var, at politiski næstformaðurin skuldi taka um endan. Flokkurin misti næstformannin á stokkinum fríggjamorgunin kl. 10, og tí var uppgávan latin eysturoyartingmanninum í skundi. Hesin helt, at hemaraheimsmetið hjá Alfredi Eliasen nú var sligið av Jenisi av Rana, sum fekk ein ordiligan hemara á dorgina, og syfti hann inn um stokkin, í sama andarhaldi sum Høgni misti hann. Annars helt hann tað vera áhugavert, at Billu-Jógvan hevði ført Bóndan – Jóannes Patursson – niður til upphøggingar, gott at hann sjálvur kom heimaftur, og tók stafettina í tjóðskaparstríði føroyinga.
tórbjørn jacobsen
Systirsonur Harriet, Jógvan á Lakjuni, hevur í skýmaskotum verið ákærdur fyri at reka viðvenda nepotismu, fyri ikki at siga, at putlast við dekorativt sjálvsøkni, og orsøkin skal vera, at hann hevur eitt relieff av abbanum hangandi á bróstinum á stjórnarskrivstovuni, sum mikladalsmaðurin Fritjof Joensen hevur telgt úr viði. Lat meg sláa fast, at í hesum føri, líður Lakjumaðurin undir órætti. Táið føroyingar í flúgvandi útskiftingini av mentamálaráðharrum fingu ein glyvramann inn á rókina, á sumri í 2000, var skrivstovan á Hoyvíksvegi 72 nýggj og átøk einum kapelli. Hvít bróst, bonaði gólv og skrivaðum mentanararvi sást ikki farvegur av. Ikki eitt pu. Tað kendist óunniligt og einasti lívsneistin var roykurin úr hálvpiðaða ballinum og mín egni andadráttur.
Eg havi ein niðurarvaðan – genetiskan – veikleika fyri stríðsmonnum, ið berjast fyri eini sak. Tí var plakatin av Ché fyrsta royndin at skipa eitt umhvørvi, sum virkast kundi í. Hygg, og leita inn í melankolsku eyguni á honum, og tú kennir flógvan streym fara skúrandi niður ígjøgnum mergin. Ein dagin landsstýrisfundur skuldi vera úti í Tinganesi, og eg kom gangandi ígjøgnum katakomburnar harúti, rendi eg meg í eitt kustaskáp, har hurðaskapilsið stóð á gloppi. Mítt forvitnið fjalist ikki, og tá rendi eg meg í hetta flotta og framúr væl tilevnaða listarverkið, sum í tvítýddum týdningi lýsir kennaran, prædikumannin, rithøvundin og málsliga katalysatorin í føroyskari tjóðarbygging – Victor Danielsen. Tók skurðmyndina undir armin, og bar hana allan vegin niðan í Mentamálaráðið, og heitti á húsavørðin Henry um at negla hana upp á bróstið. Og hon hongur har framvegis, á sjeynda ári. Rúna, tað er bara ein Rúna (les: Sivertsen) var onkuntíð í øðini um plakatina av argentinaranum, ið sum ein annar nornagestur stóð Castro undir lið undir cubanska tjóðskaparstríðnum, men eg vardi meg sum frægast, at eg hevði bara víðgyrt meg við tveimum myndum, av tveimum monnum, annar guðloysingur og hin játtandi kristin. Hetta var ikki avgerðandi fyri meg, havi altíð helt meira til Matteus í so máta, at bylgjurnar ferðast á persónligum frekvensi millum Guð og individið, heldur var orsøkin, at hesir báðir menninir høvdu tað til felags, at teir stríddust eitt eirindaleyst stríð fyri tí, sum teir hildu vera rætt, teir høvdu eitt mál, eina visión, eina hugsjón, sum vann á øllum. Teir gingu og fóru ígjøgnum heilt fyri sínar idé´ir. So kann man vera samdur ella ósamdur. Sjálvur sleppi eg ikki undan fasinatiónini av hesum monnum, sum rógva ímoti rákinum, í væmingum og vaggandi gjálvi, á mysing og í broddi, óræddir, tað ræður ikki um egið lív, men um sakina. Sum frálíður vinna hesir umsíður, í hvussu er, er farvegurin eftir teir trupul at royta út úr tankagóðsinum á fólki, eftir at foldarlív teirra er avgreitt og innsiglað.
Tað kann ivaleyst vera trupult at vera barn hjá so máttmiklum og viljaføstum menskum. Hinvegin kann tað vera eitt privilegium. At hava gingið í heimaskúla hjá manninum, sum tvær ferðir flutti heilagu skriftirnar inn í móðurmálið og yrkti og týddi eitt ørmeingi av sangum og sálmun, tað má hava deseinað- sniðgivið – ein andaligan og tjóðskaparligan sokkil, sum sigur spar tvey til alt annað. Síggi, at hon eisini hevur verið í Roma við pápanum, men søgan um pávavitjanina, sum Magnus Dam Jacobsen, rør framundir, í bókini „Í Grønlandi við Kongshavn“ er eftir øllum at døma ein stór skrøna. Og gott tað sama, sum Viderø prestur sigur í Jorðsalaferðini, har var ikki so høgt til loftið og so vítt til veggja, sum hildið varð, ávegis innar til hin almáttuga vicarium Dei, pávan, rendi hann seg í tveir kardinalar, sum østu seg upp um, at bacon og egg prísurin í býnum var farin eina himnaferð hesar seinastu dagarnar. Materian gekk framum andan.
Jógvan hjá Onnu og Billu-Jógvani rendi seg í hesa megina úr Fuglafirði, og saman smíðaðu tey eitt kraftarverk tvørturum Djúpini, sum er komið eina hálva øld til aldurs. Hann er ikki hvør sum helst. Kendur í øllum Føroyum. Sum fiskimaður, stýrimaður, skipari, arbeiðsformaður, virkiseigari og politikkari. Stýrimaður við so frægum monnum, entreprenørum og slóðarum á sjógvi, sum Júst í Túni, Eileri Jacobsen og Levi Joensen. Skipari á Atlantsfarinum og Stellu Mariu. Sóknarstýrisformaður og borgarstjóri fyri Tjóðveldisflokkin, í býnum sum lutfalsliga er burturúr sterkasta skorðan undir føroyskum útflutningi. Harafturat umboð í hópin av nevndum og ráðum í kommunalum høpi. Av góðum grundum kenna vit hann best sum stórabeiggjan hjá politiska flogvitinum Finnboga Ísakson. Kanska klókasti maður føroyskur politikkur hevur átt. Sjálvur kom eg at kenna hann frá barni av, ígjøgnum útvarpið, av familierum relatiónum aðrar vegir. Seinri dróg so nógv saman, at vit komu at samstarva á politiska pallinum. Og lat meg taka tað uppaftur, einaferð enn, at ongin hevur lært meg nær í námind so nógv um politiskar loynistíggjar, og hvussu man vegar sær rás á teimum, sum Finnbogi. Hann fall bara ov tíðliga. Sjáldan ivaðist hann, analýsan, greiningarevnini vóru so fenomenal, hann var tikin úr leikum, men onkuntíð, táið serliga nógv stóð á riparanum, hevði eg varðhugan av, at hann spurdi seg til ráðs. Og hann fjaldi ikki, at beiggin var megin spinndoktari, sum teir nú eru farnir at rópa tað.
Einaferð vildi ein studentur av Setrinum hava okkum báðar Finnboga, at greina hvønn vinnupolitikk Tjóðveldisflokkurin bar í sínum skjøldri. Hesin skuldi skriva eina høvuðsuppgávu. Kom tá at hugsa um ein floksfund í Klaksvík, har akademisku reyðgardistarnir í Suðurstreymoy vóru møttir. Íblástir av marxistiskum dogmum sóu teir ein spekulant í øllum sum kundi flyta seg. Tá hevjaði ein maður seg úr sæti, Billu-Jógvan, og blásti í lúður. Nú var stundin komin at gera bart. Hann skilti ikki hendan ódynamiska og vinnufíggindaliga hugburðin. Soleingi ein útróðrarmaður kýtti seg við einum báti, var hann hetja, gekk tað so frægt hjá honum, at avlopið rakk til ein útróðrarbát afturat, so varð hann hildin at vera durkdrivin spekulantur. Sagt í negativari jargon. Hann skákaði síðullaðu metropolistarnar, ið høvdu sína dagligu gongd framvið Kondittarínum í Niels Finsensgøtu, og út frá hesum skrivaði eg frágreiðingina til studentin, sum Finnbogi rættlæs og gjørdi neyðugar rættingar í. Harvið er Billu-Jógvan í grundini upphavið til vinnupolitikkin, sum vit hava roynt at rikið hesi seinru árini.
Sagt verður, at er Havnin rokok, so er Klaksvíkin barok. Framelur hart og speiskt skemt. Krøvini í býi, harið natúran er ein ævigur mótstøðumaður gera, at annaðhvørt liggur tú omaná ella fellur tú niðurfyri, vágin er sum knívsegg, og seiggið í hvøljuni verður hareftir. Jógvan er autoriteturin, brimilin, maðurin sum verður eltur. Navnin við Keldu segði mær, at einaferð hann hevði sett eitt mál til atkvøðugreiðlsu, á býráðsfundi, sum Jógvani ikki líkaði, marsjeraði hesin út fyri dyr við meirilutanum av býráðnum fyri sær. Seinri spurdi Keldumaðurin Olvheðin, ein í fylginum, hvør orsøkin var. Tað visti hann ikki, tað kundi hann spyrja Jógvan um, hann var ivaleyst tann einasti sum visti tað. Ikki eiti á álit, má sigast. Treytaleyst.
Soleiðis kenna vit Jógvan. Í flokshøpi hevur hann altíð fyrikomið mær, sum ein av hesum stóru klettunum, ið halda brimverjuni saman. Havi verið so nær Rockall, at eg næstan kundi rætta meg eftir honum ígjøgnum stýrhúsrútin, nakað soleiðis kemur hann fram fyri meg, táið hugt verður niðuryvir flokkin úr erva, í fuglaperspektivi, drangur, ið brimið ikki skalar. Slagið er eisini seigt, og harafturat vitborið. Kemiska samanrenningin úr Leirvík og norðan av Nesi. Mamman, kend í øllum Føroyum, sum ein av fáum útgerðarkvinnum. Ið sat eftir einkja við hálvum skipi, og sum gjørdi tað bragdið, sum fáur annar hevði hugsað í so truplari støðu, at hon keypti hina helvtina frá sjálvum matadorinum í býnum. Hetta er einmansavrik, sum er so sjaldsamt sum lundi á jólanátt. Søguna um keypið kenna øll her norðuri, harvið er ongin grund til at taka hana uppaftur. Og oftani táið eg fylgdi telvingini hjá Finnboga, helt eg meg síggja farvegin av sama intelligensi í leiki fyri leik, hagartil hann hevði fingið optimalt av sínum ætlanum og hugsjónum í endaliga úrslitið. Sum hann segði við okkum báðar Høgna Hoydal einaferð, vit sótu við Gamaliels føtur: ”Í politikki ræður um ikki at vera illoyalur, men harfyri kann man loyva sær at vera eitt lítið sindur snildur allíkavæl. Eitt politiskt fenomen. Í slekt við stórmeistarar sum Fisher, Spasky, Kasparov og Aljechin. Á politiska talvborðinum.
Pápin, Billu-Jógvan, rokskipari. Tað einasta sum vit báðir Finnbogi kundu trætast um, líka til hansara doyggjandi dag, tað var um veiðitølini hjá skipunum á vánni í Klaksvík, tey árini abbi mín førdi Havfarið hjá Jóan Jakku á Viðareiði. Billu-Jógvan og hann vóru burturúr bestir, í broddi fylkingar, men sambært ”Havið og vit” hjá Símuni Hansen, var abbi 2 skippund frammanfyri fyrra árið, og har áleið árið eftir. Táið vit ikki kundu dokumentera annað enn tað, sum skrivað var í bókini, staðfesti Finnbogi bara, at Símun mundi hava havt eina veika løtu, og ivaleyst hevði fløkst í tølunum, ta løtuna, og mistikið seg, tí hann helt fast um at Jógvan lá í sjálvum oddinum. Hetta bleiv eitt slag av einum never-ending-tour hjá okkum báðum. Gott tað sama.
Sagt verður um Klaksvíkina, at hon er merkiliga væl uppbýtt. Á mangan hátt. Politiskt og átrúnaðarliga. Neyðugt var altíð, at vera í onkrum parti burturav. Okkurt undantakið kortini. Vanligt var, at hin eini lærarin í Klaksvíkar Skúla spurdi næmingarnar fyrsta dagin, í fyrsta flokki, í hvørjum observansi teir høvdu sín uppruna. Um teir komu úr Emmaus, KFUM, Betezda ella vóru vanlig hákirkjufólk. Táið hann kom til Ólavur Prestley, svaraði hesin, at tað visti hann ikki, hann helt at tey vóru bara almindilig biograffólk.
Føroyskur stuttleiki er framúr væl funderaður. Táið menn stinga, verður oftani loftað og skotið aftur við skørpum í stundini. Einaferð hitti ein fremmandamaður stórskemtaran Oskar í havnargøtum, og hesin spurdi, um hann ikki átti ein beiggja í Kollafirði. Hetta kom sjálvandi eitt sindur óvart á fólkakæra mannin, sum svaraði: ”Tú, tað áni eg ikki, men eg visti, at gamli kundi vera nakað skjøtisleysur, táið hann var í grind!”
Nú skal eg ansa mær, ikki at traðka á nakra landminu. Nógvur streymur er á ravløðingunum í trygdargeiranum millum átrúna og politikk í løtuni. Høgt verður til ymsa handa. Dømt verður til ymsa veggja. Tað kemur mær fyri, sum tarvadysturin hjá Niels Juel í útvarpinum fyrrakvøldið, táið torreadorurin stakk lansuna niður ímillum annan og triðja ryggjageisla, tá varð hann lívssørur. Summarið kemur ikki við einari svalu, so vit mega berjast víðari fyri áskoðanum, andaligum sannføringum og politiskum hugsjónum, hóast nýggja predikatið um guðloysið og humanismu, sum ivaleyst fer at geva Heidningamissiónini úr at gera – í tíðini sum kemur.
Teir gomlu høvdu filtur á lívsins viðurskiftum, soleiðis at ikki alt leyp saman í høvdinum á teimum. Grovsorteraðu, sum onkur tók til. Hans Jacob Ellingsgaard, Hans Jacob á Brekkuni var ein teirra. Hann ferðaðist kring landið sum missionerur, fyri samkomuna, sum vit í Gøtu plagdu at kalla fyri alfredianarar. Hann búði fast hjá Tofta-Ingu í Syðrugøtu, táið hann hevði møtir í missiónshúsinum yvuri við Gøtugjógv. Tey hildu nógv av hvør øðrum. Húsaðust í sama andaliga felagsskapi. Inga var svartasta samband. Seinri frættist í Gøtu, at Hans Jacob hevði ætlanir um at fara upp í politikk. Gøtumenn hildu, at Inga átti at fáa hetta at vita. Teir søgdu henni frá hesum, og hendan skilakonan helt sjálvsagt, at hetta var ein røtt avgerð, tí, sum hon segði: ”Hans Jacob er ein skilamaður.” Síðani spurdi hon, um teir vistu hvønn flokk hann ætlaði at stilla seg upp fyri. Tá læt skakført úr tí eina: Tjóðveldisflokkin. Eftir at hava besinnað seg eftir ringasta skelkin, kom spakuliga burturúr henni: ”Og eg sum trúði, at Hans Jacob var ein trúgvandi maður.” Hans Jacob var í nógv ár tingmaður fyri flokkin, og fløkti ikki lívsins lutir meira saman, enn gott var. Vanligt var, at eiðisfólk høvdu jólatræ saman í Karmel. Hans Jacob var oddviti. Vanligt var, at dekorera træið við donskum fløggum í guirlandum, sum fløktust allastaðni millum ljós og kúlur. Sjálvandi fjálgt, trygt og hjartanemandi at dansa kring hesi dannebrog-fløggini. Ein dagin fyri jól, tað eina árið, er Hans Jacob í ørindum í Havn, og í Gamla Bókhandli dettur fram á ein roka av guirlandum, við føroyskum fløggum ískeklað. Hann lat sær ikki siga, keypti so til pass, at hann hevði nógmikið til sín sjálvs og til jólatræið í Karmel. Eftir jólafestina spurdu eiðismenn eina gamla konservativa sambandskonu, hvussu gekst við jólatrænum í missiónshúsinum í ár. Ájú, svaraði hon, so nøkunlunda. Bara spell, at politikkur nú eisini skuldi vera komin í jólatræið í bygdini.
Tað er stórur heiður, at hava fingið høvið, sjálvt um eg var ov seinur á sjóvarfallinum, at vera við til hetta hátíðarhaldið, á tykkara stóra degi. Gullbrúðardegnum. Ymiskt er, sum forløgini eru. Ymiskt er, sum tað gongst í samstarvi av hesum slagnum. Havi hoyrt, at tolnið hjá Jógvani kemst av, at Harriet skoynir honum um andlitið við einum klúti, hvønn morgun áðrenn hann fer undir dagsins gerning. Annars sigst, at tað mundi gingið galið frá byrjanini av. Ikki bara sum at siga tað, at positionera seg, sum komandi kona, hjá einum kavaleri av Jógvansa formati. Fyrsti døgverðin Harriet gjørdi Jógvani, vóru fiskafrikadellir. Hon skalv øll sum hon var av bangilsi, og piprandi spurdi hon, táið hann hevði gjørt kál á tí fyrstu, hvussu smaðkaði. Einasta viðmerkingin var, at tær ikki høvdu sama skap sum tær hjá mammuni, Onnu í Brekkuni. Ikki sørt at tað líkist støðuni Sally av Hellunum stóð í, táið hann spurdi Lítla Hendrik umborð í Kongshavn, sum var nakað seinur aftur av útróðri, frikadellurnar høvdu staðið og snerkt á kabýssuni dastið av tveimum tímum, um hvussu smakkaði. Hendrik bíðaði eina løtu, so snerkti úr honum: ”Hevði Hitler havt spreingiknøttar av hesum slagnum, so hevði hann ikki tapt kríggi!” Kontant avrokning frá einum speiskum toftamanni.
Fyri flokkin skal eg til seinast ynskja tykkum hjartaliga tillukku við hesum stóra degi. Ynskja tykkum nógv góð ár framyvir. Og serliga fari eg at takka tykkum fyri tann stuðul, og tað dygdarverk, sum Jógvan sjálvandi meira ítøkiliga og eyðsýnt, hava gjørt fyri Tjóðveldisflokkin, og fyri tað stríð, sum stendur um ognarrættin til tann partin av Skapanarverkinum, sum Harrin nú einaferð lutaði okkum út, at hava ræðið yvir. Gævi, at tann kampurin heldur fram treytaleysur, í góðum felagsskapi, hagartil fremmanda valdið er rikið av landinum. Harrans signing fylgi tykkum í árunum sum nú koma.




