Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Krás úr køkinum hjá Oddvør Skarðhamar

Oliver Joensen

Vælumtókta kateringkvinnan Oddvør Skarðhamar, ið er kend fyri at gera leskiligan og spennandi mat til veitslur, móttøkur og aðrar samkomur, letur í næstum sína aðru kókibók úr hondum.

Í nýggju bókini “Oddvørsa krás úr køkinum” eru 83 uppskriftir, ið eru valdar við umhugsni, gjørdar við nærlagni og serveraðar við tokka til tær upplivingar, ið góður matur gevur.

Í fjør royndi Oddvør Skaðarhamar seg við bókini “Oddvørsa køku- og dessertdreymar”. Bakibókin varð væl móttikin og seldi væl. Í ár royndir Oddvør seg við nýggjari og fjølbroyttari kókibók. Heiti er “Oddvørsa krás úr køkinum” og er talan um kókibók við alskyns slagi av vælsmakkandi mati.

Í bókini sigur Oddvør okkum hvussu vit skulu baka ymisk sløg av breyði, bollum og knekbreyð. Vit fáa nýggjar og spennandi fiskarættir, eitt nú fiskalasanja. Hópin av øðrvísi eins og meira siðbundnum døgurðarættum, salatum og grønmetisrættum eru eisini við í bókini. Og so er sjálvandi altíð pláss til nakrar køkur, ísar og dessertir. Hetta er hóast alt ein bók hjá kendu kakukonuni. Í bókini eru 83 uppskriftir, sum eru á bæði føroyskum og donskum.

Oddvør Skaðarhamar sigur soleiðis um matgerð: “Alt tað eg kann minnast havi eg elska at gjørt mat, og øll familjan hjá mær hevur somuleiðis elska at gjørt mat. Staðið í køkinum og tillagað og ment uppskriftir, tosa um mat, eksperimenterað við mati. Men fyri mær er tað at gera eina góða máltíð meira og annað enn sjálv løtan í køkinum. Góður matur eru frískar og góðar rávørur, útvaldar við umhugsni, tað eru nýggjar urtir, tað er at gera tað forkunnuga og góða einfalt, tað er at forkela tíni kæru og so er tað at føla matin.”

Oddvør Skaðarhamar leggur somuleiðis afturat um nýggju kókibókina: ”Eg vóni, at lesarin kemur at kenna, at hann ella hon verður drigin við. At lesarin fær hug at royna seg, fær hug at forkela seg og onnur rundan um ein, og at hann ella hon fær tað besta fram í síni tulking av mínum uppskriftum.”

Bókin verður alment løgd fram í Miðlahúsinum í Vágsbotni 6. november 2009 (kl. 16-18), har Oddvør Skarðhamar eisini bjóðar til leskiligr smakkiroyndir úr bókini. Leygardagin 7. november 2009 (kl. 12-13) signerar Oddvør nýggju bókina í Rit & Rák í SMS.

Bókin “Oddvørsa krás úr køkinum” er løgd til rættis og stílað av Ingibjørg Jacobsen. Benjamin Rasmussen hevur tikið myndirnar. Bókin kostar 299 krónur og fæst kring alt landið

Harleywoodpaint