Krea er ein lýsingastova í Runavík, sum í 12 ár hevur hjálpt virkjum við marknaðarføring, – serliga við sniðgeving og heimasíðugerð. Krea hevur gjørt fleiri enn 100 heimasíður og nærum 100 búmerkir hesi árini.
Krea varð stovnað av Egil Olsen, Oddmar Suna Olsen, Eyðun Anthoniussen og Bárður Hammer og hava teir átt fyritøkuna frá 2003 og líka til í summar, tá avgjørt varð at selja fyritøkuna. Nýggju eigararnir eru brøðurnir Reimund og Jaspur Langgaard, saman við Kajsten Højgaard, – sum eisini hevur starvast sum forritari í fyritøkuni øll árini. Jaspur Langgaard er nýggjur stjóri í felagnum.
Sum eina avmerking av eigaraskiftinum, hava teir i dag lanserað nýggja heimasíðu. Nýggi stjórin vísir á, at heimasíður helst skulu skiftast út fjóra hvørt ár, tí at tøknin mennist so nógv, at tað, sum riggaði væl fyri nøkrum árum síðani, er vorðið so nógv betri í dag, – umframt at nógv nýggj tól eru komin á marknaðin. Okkara gamla heimasíða varð ikki gjørd til at síggjast á teldlum og snildfon, og tað er sjálvandi ikki nøktandi, tá nærum helmingurin av fólkunum kemur inn tann vegin.




