Lýsingarstovan Krea í Runavík er í støðugum vøkstri. Tað síðsta hálva árið hevur lýsingarstovan tvífaldað sítt virksemi og nú eisini sítt starvsfólkatal. Nýggjastur í hópinum er Petur Kirke.
Lýsingarstovan Krea í Runavík er í støðugum vøkstri. Tað síðsta hálva árið hevur lýsingarstovan tvífaldað sítt virksemi og nú eisini sítt starvsfólkatal. Nýggjastur í hópinum er Petur Kirke.
Petur Kirke er 47 ár og hevur drúgvar royndir sum internet forritari. Petur er útbúgvin sum datanom við mest denti á dátugrunnar og forritan.
Petur byrjaði sína starvsleið sum 18 ára gamal í BankNordik, men um tað tíðina tá internetið kom til Føroyar gjørdist áhugin fyri forritan stórur, og síðani tá hevur hann arbeitt ymsastaðni innan KT – og sum áður nevnt, hevur hann eisini útbúgvið seg innan hetta økið.
Stjórin á Krea, Jaspur Langgaard, fegnast um góðu gongdina og vísur á, at tað kanska serliga eru virkir og kommunur í Eysturoynni, sum standa saman um lýsingarstovuna, men at tey hava kundar úr øllum landinum.




