Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KREA yvirskot á góða hálva millión

KREA

2016 gekk væl hjá lýsingar- og samskiftisfyritøkuni KREA. Úrslitið varð eitt yvirskot á 545.000 krónur eftir skatt.

2016 gekk væl hjá lýsingar- og samskiftisfyritøkuni KREA. Úrslitið varð eitt yvirskot á 545.000 krónur eftir skatt.

Virksemið hjá KREA er vaksið nógv seinastu tvey árini, og hetta sæst eisini aftur í tølunum, har umsetningur, úrslit og starvsfólkatal er fýrfaldað. Gongdin er vend uppá stutta tíð, og kemst hetta bæði av, at felagið bjóðar fleiri og fjølbroyttari tænastur, og at felagið hevur megnað at fingið størri marknaðarpart.

– Vit hava fleiri sera dugnalig fólk í starvi og hava ætlanir um framhaldandi vøkstur, sigur Reimund Langgaard, stjóri, sum fegnast um úrslitið.