Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kreativur nethandil í Klaksvík

Jóhann Lutzen

Klaksvíkskvinnan Ásla Heinesen hevur skapt sítt egna starv og latið forkunnugan nethandil upp nevndur Leikabox

Klaksvíkskvinnan Ásla Heinesen hevur skapt sítt egna starv og latið forkunnugan nethandil upp nevndur Leikabox

Leikabox er nethandil, har tú lætt og ómakaleyst bíleggur og far sent eina eskju við luksus tógv v/meira til ta kreativu konuna, mammuna, ommuna, vinkuna, dóttrina ella kanska mannin?

Leikabox er ein annarleiðis gáva”s føðingardagsgáva, vertindugáva ella bara ein heilsan. Í løtuni hava vit tógv í eskjunum, lekkra 100% ull. Eisini er gott kaffi og sjokoláta í. Tankin við Leikabox er, at tað er ein hugnalig, vælveru og kreativ løta ein sendur, heldur enn bara eitt ting. Møguleiki er at skriva eina heilsan sum verður send við í eskjuni. Sent verður eisini til Danmark, Svøríki, Norra og Íslands.

The Pink Sheep eigur Leikabox og The Pink Sheep er Ásla Heinesen. Eftur at hava búð í Keypmannahavn í nøkur ár, flutti hon heim aftur til Klaksvíkar og ynskti at gera meira burturúr hondarbeiði. Við góðari hjálp frá manninum og dugnaligu fólkunum á Íverksetarahúsinum í Klaksvík bleiv Leikaboxin veruleikiog hon vónar, at føroyingar og onnur fara at taka væl ímóti nýggja møguleikanum.

Vitjað heimasíðuna hjá leikabox her

Vitjað facebook vangan hjá leikabox her