Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Krepputekin ella eirindaleysur taktikkur

John William Joensen

Altjóða fíggjarkreppa, niðurgangastíðir vóru sambart leiðsluni á Dimmalætting orðsøkin til at Vinnuvitan og Vikublaðið vóru niðurløgd, men fyrrverandi starvsfólk standa spyrjandi.

Nú fíggjarkreppa herjar, er neyðugt við ógvusligum broytingum í Dimmalættingar-samtakinum, skrivar Dimma.fo tá skelkandi tíðindini komu um at gamla Dimma, sum bert mánaðar framman undan hevði keypt tveir av stóru kappingarneytunum, nú hevði stongt hesar miðlar og sent starvsfólkini til hús.

Í grundgevingin frá blaðstóranum, Árna Gregersen verður m.a. sagt at tá tað vísti seg at inntøkur ikki vóru sum vænað og tann fíggjakreppa sum tók seg upp kring heimin, kom skjótt til Føroya, so valdu tey á Dimmu at skerja virksemið. Men hetta munti lítið í mun til afturgongdina í inntøkunum. Sambart blaðstjóranum hildu lýsingarinntøkurnar á við at minka og tí avgjørdi nevndin í P/F Dimmalætting at stongja Vinnuvitan og Vikublaðið.

Í sama viðfangi gjørdi blaðstjórin greitt at Dimmalætting fer framhaldandi at koma út fimm ferðir um vikuna – ókeypis týsdag, sum higartil.

Tey 15 til 20 starvsfólkini á Vikublaðnum og Vinnuvitan standa sostatt arbeiðsleys í dag.

Útruddar kappingarneytar
Men líkamikið hvat verðru sagt og ikki so er veruleikin tann í hvussu so er ein stórur kappingarneyti hjá Dimmalætting, sum fyri fáum mánaðum síðan livdi sítt góða lív – nú ikki er til meira. Við fyrst at keypa og síðani at stongja hevur nevndin í Dimmalætting víst ein sera agrasivan taktikk- sum tó hevur kosta P/F Dimmalætting nógvan pening.

Starvsfólk kenna seg villeid.
– Hósdagin í farnu viku bjóðaði leiðslan á Dimmalætting, øllum starvsfólkum í samtakinum á flenniskeið, sigur nú fyrrverandi starvsfólk á Dimmalæting, sum tó ikki vil leggja navn til.

– Skeiðið var hildið í kantinum á Dimmalætting har Jóhannes á Rógvi Joensen sera hegnisliga fekk øll starvsfólkini í samtakinum at flenna

– Hetta skuldi vera fyri at styrkja samanhaldið, og fríggjakvøldið var so stóra jólaborðhaldið á Dimmu, har tey flestu drukku saman og komu hvørjum øðrum við.

– Mánamorgunin komu boð frá blaðstjóranum á Dimmu, Brynhild Thomsen, um at øll skuldu møta í kantinuni og har fingi vit ein hvøkk.

– Árni Gregersen, forstjóri, boðar í stuttum frá at leiðslan hevði koyrt Vikublaðið og Vinnuvitan á húsagang og at øll starvsfólkini vóru uppsøgd frá hesum tíma uttan løn í uppsagnartíðini?

– Sama kvøldið sigur Árni Gregersen við SVF, at Dimmalætting heldur fram at reka ferðafelagið Vikutúr, Vinnulívsportalin Vinnuvitan.biz og Skipalistan.

– Fyri okkum starvsfólk undra orðini hjá stjóranum stórliga.

Selskapstømning
Í Degi og Viku greiðir stórin á Dimmalætting frá at størstu virðini í Vikublaðnum og Vinnuvitan eru tikin burtur úr feløgunum og fara nú at verða rikin beinleiðis undir Dimmalætting og harvið standa krøvini frá kreditorum og lønarkrøv frá starvsfólkum í eini mundandi verri støðu.

– Nú kemur fram í ljósið, at leiðslan – meðan starvsfólkini hava styrkt samanhaldið á flenniskeiði og ballast undir jólaborðhaldinum – hevur keypt hesi inntøkugevandi aktivini úr feløgunum, áðrenn tey eru koyrd á húsagang. Altso eitt slag av "selskapstøming".

– Við øðrum orðum vóru vit – starvsfólkini, blakað út í arbeiðs- og inntøkuloysi beint fyri jól, og helst hava vit ongan møguleika at fáa okkara pengar seinni, tí leiðslan hevur tømt feløgini fyri inntøkugevandi aktiv.

Starvsfólkini sera illa fyri
Fyrrverandi starvsfólki á Dimmalætting, sum Norðlýsið hevur tosað við greiður frá at uppsøgdu starvsfólkini eru sera illa fyri.

– Fleiri av okkum høvdu 6 mánaða uppsagnartíð og áttu sostatt upp til eini 200 túsund hvør til góða hjá feløgunum. Fleiri lærlingar eru eisini uppsagdir – tann eini fekk boðini á skúla í Danmark.

– Trygdargrunnurin betalir 5 daga løn, tað er alt. Tey flestu fáa karantenu hjá ALS, tí tey hava havt ov høga inntøku, og merkir hetta í veruleikanum at hesi ikki fáa klovna krónu til jóla.

– Tað sigur seg sjálvt at vit standa spyrjandi tí sovítt vit kenna til fíggjarligu støðuna, so stendur Dimma roknskaparliga munandi verri í tí enn Vikublaðið og Vinnuvitan. Vikublaðið hevur gingið væl og Vinnuvitan hevur havt hall, men ikki so stórt, at tað ikki kundi vendast. Munurin er, at eigararnir av Dimmu hava ein stóran kapital í rygginum – sum tó er minkaður við millum 10 og 20 miljónum, bara í ár.

Endamálið var at rudda okkum av vegnum
Uppsagda starvsfólki á Dimmu er ikki í iva um at endamálið hjá leiðsluni hevur alla tíðina verið at útrudda vikublaðið og Vinnuvitan.

– Upprunaliga endamálið at rudda kappingarneytarnar av vegnum hevur lutvíst hepnast – Fyribils!

– Men um fyrrverandi starvsfólkini ikki sjálvi stápla eitt "vikublað" uppaftur á beinini, so ger onkur annar tað, tí Dimmalætting fær ikki lýsingarnar, sum annars vóru í Vikublaðnum. Til tað eru konseptini ov ólík og Dimma ov ópopuler, sigur fyrrverandi starvsfólk á Dimmu.

Neyvan taktikkur

Verkætalnin við Vinnuvitan og Vikublaðnum hevur eftir øllum at døma kostað Dimmu nógan pening og tí er neyvan sannlíkt at leiðlan frá byrjan av hevur havt ætlanir um fyrst at yvirtaka og síðani stongja Vinnuvitan og Vikublaðið.
Hinvegin er tað eitt sindur løgið at leiðslan á Dimu – beint undan húsaganginum hevur tikið ferðafelagið Vikutúr,  Vinnulívsportalin Vinnuvitan.biz og Skipalistan burtur úr kreppu raktu feløgunum. Ein slík avgerð stillar jú kreditorar og onnur verri í teimum krøvum sum í dag eru móti Vinnuvitan og Vikublaðnum.