Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Krevur nógv at fyrireika Norðoyastevnuróðurin

Jákup Ósá

Formaðurin í KRF sigur, at tað krevur nógv av nevndini at fyrireika róðurin á Norðoyastevnu leygardagin.

– Tað er nógv arbeið at fyrireika Norðoyastevnuna. Serliga tá vit hava eina heilt nýggja nevnd. Onkur hevur verið í nevnd fyrr og vit arbeiða gott saman, so tað man fara at ganga. Men tað er øgiliga nógv at hugsa um, tá man blívur blakaður útí tað soleiðis. Vit miðja eftir, at alt kemur at síggja út áleið soleiðis, sum tað plagar í Klaksvík, sigur formaðurin við Norðlýsið.

 

Nýggja nevndin í KRF er soleiðis mannað:

Magnus Michaelsen, formaður

Per Venned, næstformaður
Elsa Maria í Beiti, kassameistari
Magnus Norðberg, skrivari
Jan Venned, nevndarlimur
Sigrid Eysturdal Justesen, varalimur
Jóhan Mikkjalsson, varalimur