Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Krevur rundkoyringina við Oyravegin gjørda

Oliver Joensen

Formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini í Klaksvík, Jákup Mikkelsen krevur av Landsverk at ætlaða rundkoyringin við Oyravegin verður sett í gongd beinan veg.

Jákup Mikkelsen, býráðslimur sigur, at tað fyri honum er óskiljandi at landsverkfrøðingurin hevur útsett rundkoyringina við Oyravegin ístaðin fyri at gjørt hana áðrenn ferðslan úr Norðoyatunnlinum verður veruleiki.
Landsverkverkfrøðingurin hevur skotið seg undir at ongin játtan er tøk, er tað so, so fari eg staðiliga at heita á fíggjarnevndarformannin Anfinn Kallsberg um at taka málið upp skjótast gjørligt, soleiðis at arbeiðið kann fara ígongd beinanvegin.
Sæð út frá einum ferðslusjónarmiði er tað sera óheppið at ferðslan úr Norðoyatunnlinum kemur inn í Oyravegin sum eitt T vegamót, serstakliga tá hugsað verður um hvussu nógv ferðsla er eftir Oyravegnum.