Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KRF fekk góð úrslit á Norðoyastevnu

Jákup Ósá

Tvær manningar finguð gull heiðursmerkir.

Í gjár var fyrsti FM kappróðurin á Norðoyastevnu. Hann var hildin í fagrastu líkindum í Klaksvík. Fyri Klaksvíkar Róðrarfelag (KRF) so gjørdist talan samanlagt um gott úrslit. Tí av 8 manningum, so fingu 6 av teimum heiðursmerkir. Størstu vónirnar vóru kanska settar til Fípuna Føgru við dreingjum og serliga Nevið Reyða við monnum. Hesir báðir stóðu seg eisini væl. Fípan vann, meðan Nevið Reyða bleiv nummar tvey, eitt lítið sekund aftanfyri vinnaran Gullbrand úr Fuglafirði.

Klaksvíkingar kunnu eisini fegnast um, at gentumenningin í barnaróðrinum vann gull.

Úrslitini hjá KRF vóru hesi:

Barnaróður gentir: Fípan Fagra – Gull heiðursmerkið

Barnaróður dreingir: Tekla – Nummar 5

5-mannafør dreingir: Fípan Fagra – Gull heiðursmerkið

5-mannafør kvinnur: Tekla – Nummar 4

5-mannafør kvinnur: Fípan Fagra – Bronsu heiðursmerkið

6-mannafør kvinnur: Páll Fangi – Bronsu heiðursmerkið

6-mannafør menn: Páll Fangi – Bronsu heiðursmerkið

8-mannafør: Nevið Reyða – Silvur heiðursmerkið

Harleywoodpaint