Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KRF gjørdi gott hál í Vestmanna

Jákup Ósá

Tað manglaðu bara 6/25 av einum sekundi í at KRF vann tríggjar róðrar í dag, tá fimti FM róðurin var á skránni.

KRF gjørdi eitt gott hál í Vestmanna í dag. Fípan Fagra við dreingjum vann ein tryggan sigur við góðari bátslongd aftur til næsta bátin, sum var Blikur.

Hjá 6-mannaførum við monnum vann Páll Fangi við hálvari bátslongd aftur til næsta bátin.

Hjá 5-mannaførum við gentum lá Fípan Fagra á sigurskós leingi. Tær róðu ein góðan róður, men í endanum hevði Silja úr Fuglafirði ein framúr endaspurt og fór ein stavn framum. 6/25 av einum sekundi var Silja frammanfyri, á bátarnir fóru um strikuna.

Niðanfyri eru myndir frá hesum trimum nevndu róðrinum tiknar á málinum umvegis heimasíðuna hjá KVF.