Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KRF hevur átta manningar við á Norðoyastevnu

Jákup Ósá

Venjarin lovar eisini okkurt føroyameistaraheitið.

Leygardagin verður ársins fyrsti FM kappróður, tá Norðoyastevna er í Klaksvík. Spenningurin er sum altíð stórur og serliga áðrenn fyrsta róðurin er stórur spenningur, tí nógvar manningar vita ikki heilt, hvussu kappingarárið fer at hilnast, tí bátarnir ongantíð hava kappast fyrr á hesum teininum, hóast nakrir hava roynt seg í ódnartøkum á styttri teinum í vetur. Hjá Klaksvíkar Róðrarfelag( KRF) er nýggjur venjari settur. Talan er um roynda rógvaran Magnus Norðberg, sum m.a. hevur verið við til at vunnið øll seks føroyameistaraheitini umborð á Klaksvíkingi í 2006, 2009, 2011, 2012, 2013 og 2015. Hann fekk Norðlýsið eitt prát við undan Norðoyastevnuni. 

Átta manningar eru við á Norðoyastevnu 

Magnus Norðberg letur væl at fyrireikingunum í KRF og fegnast um, at so nógvar manningar rógva í ár. Tí talan er um átta manningar, sum rógva fyri KRF á Norðoyastevnu. Bátarnir eru:

Barnaróður gentir: Fípan Fagra

Barnaróður dreingir: Tekla

5-mannafør dreingir: Fípan Fagra

5-mannafør kvinnur: Tekla

5-mannafør kvinnur: Fípan Fagra

6-mannafør kvinnur: Páll Fangi

6-mannafør menn: Páll Fangi

8-mannafør: Nevið Reyða

Venur sjey av átta manningum

Magnus Norðberg sigur, at hann ger programm og annars gevur góð ráð, sum venjara uppgávurnar m.a. eru, til sjey av teimum átta manningunum hjá KRF.

– Páll Fangi við monnum koyrir líka sum fyri seg, tí har eru royndir rógvarar, og har er ikki nøkur føst manning. Tað tað er eitt projekt fyri seg, uttan at tað kann skipast so øgiliga væl. Men fyri allar hinar manningarnar geri eg programm og havi ábyrgdina. Til barnamanningarnar havi eg hjálparvenjarar, so tað koyrir væl. Hjá barnamanningunum er dentur lagdur á at hava tað stuttligt, men tá vit nærkast Norðoyastevnuni, so blívur tað eitt sindur meira seriøst, sigur Magnus Norðberg. 

Ymiskar fyrireikingar

Av teimum átta manningunum so eru serliga tvær manningar, sum hava fyrireikað seg væl og leingi. 

– Dreingirnir á Fípuni Føgru og menninir umborð á Nevinum Reyða hava verið í gongd síðani á jólum. Síðani eru manningar lagdar afturat og tær nýggjastu manningarnar eru Fípan Fagra kvinnur og Tekla kvinnur. Tær hava ikki vant tað stóra inni, men byrjaðu, tá vit vóru í bátin. Og manningarnar fóru út í bátin at venja regluliga fyrst í apríl. Nevið Reyða og Fípan Fagra eru tær manningarnar, ið hava brúkt mest tíð uppá hetta sum ein full manning. Seinastu 6-7 vikurnar hava manningarnar vant seks ferðir um vikuna. Burtursæð frá barnamanningunum sum venja 4-5 ferðir um vikuna, sigur Magnus.

Nevið Reyða og Fípan Fagra eru best fyrireikaðar 

Magnus heldur, at tá ein skal hyggja eftir, hvørjir bátar hava best møguleika á Norðoyastevnu og kanska í ár sum heild, so vísir hann á kappingina í ódnartøkum, og hvørjir bátar hava vant longst.

– Ódnartøk vísa eitt ella annað. Har hava vit sæð, at Nevið Reyða hevur vunnið alt, so eg haldi teir hava góðan møguleika at vinna nógvar róðrar og blíva FM vinnarar í ár. Dreingirnir á Fípuni Føgru hava nógv av tí sama og hava eisini vunnið ódnartøk. Mínar royndir siga, at tað er ofta sami vinnari í ódnartøkum, 10.000 metrum og 1000 metrum. Tað sum eyðkennir hasar báðar manningarnar er, at tær lurta og gera júst tað, sum tær vera bidnar til. Tær seta ikki spurnartekin við ætlanina, men trúgva uppá tað. Og tað vænti eg, at man kemur at síggja úrslit av. Nevið Reyða er sama manning sum var á Páll Fanga í fjør, og tað eru einastu royndir, ið teir hava. So hava teir fingið ein afturat við royndum úr dreingjaróðrinum, og ein hevur ongantíð róð fyrr. Tað skal sigast, at teir hava verið ótrúliga hugaligir, og tað hevur verið stuttligt at skipað tað manningina. Har er bara positiv orka og tað er ikki sørt, at teir minna um manningina á Nevinum Reyða í 2005. Alt ber til og teir tíma at vera í neystinum í tríggjar tímar, um tað skal vera. Alt er bara kappróður. Vit koyra faktisk eftir sama konsepti sum hjá Klaksvíkingi seinastu árini, og tað riggar væl, tá man hevur slíkt fólk, sum ger eftir boðum. So eg havi øgiliga góðar vónir til Nevið Reyða. Ein partur av venjingini hevur verið, at man sleppur tankanum um at tað er ræðandi, at mótstøðan er so góð o.s.fr.. Men heldur fokusera uppá, hvussu skjótt klára vit at rógva okkara bát. So vit arbeiða nógv við at fokusera uppá okkara. T.d. við at halda seg til sín egna taktikk óansæð, hvat hinar manningarnar gera ella hvussu langt frammanfyri ella aftanfyri tær eru. Tað haldi eg ger alt eitt sindur róligari, sigur venjarin hjá KRF.

Umráðandi við rættari raðfylgju

Í ár rør 10-mannafarið Klaksvíkingur ikki. Men felagið arbeiðir fram ímóti, at fáa Klaksvíking aftur mannaðan, men tað krevst gott og rætt fyrireikingararbeiði. Magnus heldur, at fær Nevið Reyða góð úrslit í 8-mannaførunum, so kunnu teir flyta upp í 10-mannafarið, men umráðandi er at taka tingini í rættari raðfylgju. 

– Ynski hjá okkum er, at 10-mannafarið verður mannað. Men taka vit Nevið, so vera teir sterkari rógvarar við at taka 8-mannaførini fyrst og royna tað deildina áðrenn teir fara upp í 10-mannaførini. Tí í 10-mannaførunum krevst nakað serligt. Har skulu nøkur eyka ting til fyri at kappast ímóti teimum bestu í mun til 6 og 8 mannafør. Men royndirnar í 8-mannaførunum eru góðar og klárar Nevið Reyða seg væl har, so kunnu teir klára seg í 10 mannaførum. So tað er umráðandi at taka tingini í rættari raðfylgju. Í bátinum er nú yvirskot hjá teimum til at hugsa um teknikk og taktikk, meðan tað frammanundan bara hevur verið at hálað í árina og so gera sum best ber til, heldur Magnus Norðberg.

Seta sær høg mál 

Í kappróðri er tað av størsta týdningi at seta sær stór mál og halda seg til tey málini. Tað er hugburðurin í KRF í ár.

– Mín hugburður er, at frá fyrsta venjingardegi skal man hyggja eftir fyrsta plássinum og blíva við at hava fokus á føroyameistaraheitið. Um man kemur har til ella ikki er so ein annar spurningur, men man skal berjast fram ímóti tí. So allar manningar hava fingið at vita, at vit er við fyri at royna at vinna føroyameistaraheitið, og so mugu vit síggja, hvussu nógv vit fáa. Nevið Reyða fær nógv fokus og tað hava teir uppiborið, men Fípu dreingirnir hava ikki verð minni raskir. Teir eru nakað yngri, men eg vænti mær nógv av teimum. Kvinnu manningarnar hava ikki eins nógva tíð av venjing í kroppinum. Tí tað sást væl tá farið verður í bátin, um manningin hevur vant nógv inni frammanundan ella ikki. Summar hava nógvar royndir og duga væl at rógva og kunnu tí gera ein vørr, men meira sannlíkt er tað kanska, at fleiri kom at mennast gjøgnum árið.  Sum útgangsstøði vænti eg, at Nevið Reyða og Fípan Fagra dreingir hava góðan møguleika at vinna FM. Páll Fangi við monnum hevur eisini møguleika vegna royndir og tað, at onkur umborð er væl fyri. Fípan Fagra við kvinnum kann blanda seg í oddin og tað sama við Páll Fanga kvinnum, tí tær hava royndir og í bátinum hava tær víst, at ferð kann koma á bátin. Tekla kvinnumanningin fer bara at blíva betur og betur, tí har eru allar púra nýggjar. Á einum góðum degi hava allar manningarnar møguleikan at vinna, sigur Magnus.

Spennandi róðrarár hjá norðoyingum

Fyri Magnus Norðberg er tað nýggjur leiklutur í ár í mun til, at sjálvur rógva.

– Hetta er fyrsta árið, har eg ikki føli órógv í kroppinum undan Norðoyastevnu. So tað sigur nakað um, at hetta er eitt fínt val at standa á bryggjuni, men framvegis vera partur av felagnum og vónandi seta nøkur lítil fingramerkir á hjá felagnum, sigur hann og letur væl at hugburðinum hjá rógvarunum.  -Sum heild eru róðrarfólk ekstremt disiplineraði. Tað er sum at vera í herinum. Tá man velur kappróður, so er tað alt sum melur í høvdinum hjá einum. Eg haldi at ein og hvør persónur skuldi avprøvað at róð, so man fær nøkur sosial og disipliner viðurskiftir uppá pláss, sum man kann taka við sær til bæði familjulív og vinnulív t.d, sigur Magnus sum metur, at norðoyingar kunnu vænta sær eitt spennandi kappingarár.

– Norðoyingar kunnu síggja fram til eitt spennandi róðrarár. Tað eru nógvar manningar og tí nógv, sum kenna onkran sum rør. So tað besta eg kann siga til norðoyingar er at fara á bryggjuna til Norðoyastevnuróðurin og rópa á hesar manningarnar, tí tann stuðulin hjálpir væl. Kenslan sigur, at tá ólavsøkan er av, so hava vit fingið nógvar góðar upplivingar og ríkar løtur, sum helst eisini skal síggjast aftur í heiðursmerkjum. Eg tori ikki at seta tal á, men eg lovi í øllum førum, at vit fáa okkurt føroyameistaraheitið til Klaksvíkar, sigur Magnus Norðberg at enda.