Fáar broytingar í nevndini.
KRF skrivar:
Leygardagin var aðalfundur hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, og fitt av fólki møtti upp í neystinum. Tikið var samanum seinasta kappróðrarár, sum var eitt heilt serstakt ár við sera góðum ítróttarligum avrikum og bygging av nýggjum, snotiligum neysti, sum vit nú njóta gott av.
Nevndin heldur fram við nærum somu manning sum í fjør og er hon hendan: Sonja Kjølbro, Fróði Waag, Magnus Norðberg, Elsa Maria í Beiti, Hansina Joensen (nývald), Torfinn Viðoy og Bárður Juul Arge Jacobsen.
Koyr á KRF



