Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KRF hevur longu nógvar manningar klárar

Jákup Ósá

Hóast 10-mannafarið Klaksvíkingur væntandi ikki rør, so verður kanska meir virksemi í KRF í 2016 enn í fleiri ár, tí manningarnar eru longu nógvar og eisini er venjari settur.

Norðlýsið var í neystinum í gjár, har dreingirnir umborð á Fípuni Føgru vandu á rógvimaskinunum.

Í Norðlýsinum mikudagin, sum kemur í hvørt hús í Norðoyggjum og Eysturoynni, verður samrøða við forkvinnuna í KRF, har hon greiðir nærri frá, hvat tað er fyri manningar, ið koma at rógva í ár og hvør verður venjari og hví júst hesin. Uttan at siga ov nógv, so kann staðfestast, at tað verður nógv kappróðrarvirksemi í Klaksvík í 2016 hóast einki 10-mannafar rør.