Leygardagin verður jóansøka á Tvøroyri.
FM-kappróðurin byrjar kl. 15.00 og hetta er helst ein róður, sum nógvir norðoyingar síggja fram til. Á Sundalagsstevnu í Hósvík vann KRF seks av 11 róðrum, og okkum vitandi er tað besta stevna hjá KRF nakrantíð. Tað er kanska ikki hent so ofta áður um nakrantíð, at eitt felag hevur vunnið seks róðrar sama dag. Har skal eisini havast í huga, at nú eru nakrir fleiri róðrar enn tað vóru fyrr, tí bæði barnaróður og fleiri aldursbólkar eru komnir afturat seinnu árini.
Gullheiðursmerki hjá KRF, sum á Sundalagsstevnu var í størst vanda var hjá 10-mannaførum, har grannarnir norðanfyri vóru so nær, at tað bara vóru sentimetrar á muni. Norðingur fekk minkað nógv um munin frá Norðoyastevnu, men nú er bara ein vika millum róðrarnar, so kanska fer kappingin nú at minna nógv um hana á Sundalagsstevnu. Á Norðoyastevnu var mótvindur, á Sundalagsstevnu var undanvindur og á jóansøku verður mótvindur, nú róð verður út eftir Trongisvágsfirði.



