Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KRF nógv best í tjóðarítróttinum 2023

Jákup Ósá

Fýra ólavsøkusigrar og fimm FM til KRF. Sostatt bleiv KRF bleiv nógv besta felagið í føroyskum kappróðri í 2023.

Fípan Fagra barnaróður dreingir, Fípan Fagra dreinmgir 17-18 ár, Nevið Reyða og Klaksvíkingur vunnu bæði ólavsøkuróðurin og FM. Hjá 5-mannaførum kvinnum gekk tað so mikið væl hjá Fípuni Føgru fyrr í ár, at tær eisini vunnu FM. Sævarmoy var ein hálvan skut frá at vinna FM, og sostatt er greitt, at KRF vann fimm FM í 2023, sum er besta árið hjá nøkrum felag í ár og kanska nakrantíð, um hugsað verður um tal av FM, nú talið av kappingumn er økt seinnu árini.

Hjá 10-mannaførum bjóðaði Norðingur veruliga av fyrr í ár og vann tveir róðrar. Men hesar síðstu tríggjar róðrarnar hevur eingin ivi verið um, at Klaksvíkingur eisini í 2023 er besta 10-mannafarið í Føroyum. Triðja FM á rað til Klaksvíking og nr. 10 samanlagt.

Norðlýsið ynskir KRF til lukku við sera flotta úrslitinum í 2023.