Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KRF viðhaldsmaður: Havi best vónir til Nevið Reyða

Jákup Ósá

Nevið Reyða vinnur í dag, heldur KRF viðhaldsmaðurin Søren Olsen.

Ein av ídnastu viðhaldsmonnunum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag er Søren Olsen. Hann hevur fylgt væl við fyrireikingunum í ár og hevur sæð fleiri venjingar hjá fleiri bátum.

– Skal eg velja ein bát framum hjá KRF, sum hevur góðar møguleikar í dag, so verður tað 8-mannafarið Nevið Reyða. Teir hava staðið seg væl í ódnartøkum og yvir sjey FM róðrar, so vænti eg mær nógv av teimum. Afturat teimum haldi eg, at dreingjamanningin umborð á Fípuni Føgru hevur góðan møguleika at vinna. Og so er Páll Fangi við monnum mín outsidari, tí teir hava so nógvar royndir. Eg vænti, at teir fáa tað trupult á Norðoyastevnu, men tá árið er av, so skuldi tað ikki undrað, um teir stóðu eftir sum føroyameistarar, sigur Søren Olsen við Norðlýsið. Hann leggur afturat, at hann hevur lagt til merkis, at onkur av barnamanningunum hjá KRF hevur víst gott áralag, tá hann hevur hugt eftir venjingum, og tí verður spennandi at síggja, hvussu hesar fara at standa seg.

FM kappróðurin á Norðoyastevnu verður í dag kl. 15.00.