Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarp Føroya avlop í 2014

Norðlýsið

Í mun til fíggjarætlanina hava lýsingarinntøkurnar í ár verið væl lægri, men harafturímóti hava inntøkur frá kringvarpsgjaldi og serliga spølum eydnast so væl, at einar 6 mió. kr. verða í avlopi.

Í mun til fíggjarætlanina hava lýsingarinntøkurnar í ár verið væl lægri, men harafturímóti hava inntøkur frá kringvarpsgjaldi og serliga spølum eydnast so væl, at einar 6 mió. kr. verða í avlopi.

Stýrið fyri Kringvarp Føroya hevur samtykt, at helvtin av avlopinum skal brúkast til at standa ímóti víkjandi inntøkum næstu árini. Hin helvtin verður brúkt til programvirksemi (60%) og til átrokandi íløgur í tøkni og KTskipanir (40%), so at Kringvarp Føroya kann fylgja tøkniligu menningini.

Á programsíðuni verða pengar serliga brúktir til tilfar, ið er málrættað børnum og ungum.

18. desember 2014,

Stýrið fyri Kringvarp Føroya