Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarpið fór eftir manninum ístaðin fyri bóltinum

John William Joensen

Tað var ein áhugaverd samrøða í Degi og Viku, har Sjúrður Skaale var gestur í sjónvarpsstovuni eftir at hann í nýggjar bók hevur lyft tjúkku dýnunna, sum hevur fjalt tað, sum veruliga gekk fyri seg handan leiktjøldini, tá fullveldissamgongan kollsigldi undir samráðingunum við donsku stjórnina í 2000.

Tað var ein áhugaverd samrøða í Degi og Viku, har Sjúrður Skaale var gestur í sjónvarpsstovuni eftir at hann í nýggjar bók hevur lyft tjúkku dýnunna sum hevur fjalt tað, sum veruliga gekk fyri seg handan leiktjøldini, tá fullveldissamgongan kollsigldi undir samráðingunum við donsku stjórnina í 2000.

Hóast bókin avdúkar hvussu føroyskir miðlar harímillum KVF arbeiddu saman við politisku flokkunum, var hesin spurningurin nærum als ikki viðgjørdur. Ístaðin var farið eftir manninum, sum hevði ditta sær at lyft dýnuni, so almenningurin fyri fyrstu ferð, næstan 17 ár seinri, fekk eina hóming av tí sum fyrifórst.

Roynt var av øllum alvi at sáa iva um trúvirði hjá rithøvundanum. Tað hevði klætt KVF um stovunurin veruliga viðgjørdi innihaldi í hesi bókini.

Men tað fer óivað at ganga almenna stovninum og leiðandi politikarum ov nær.

Hóast long tíð er fráliðin hevur almenningurin framvegis ikki fingið skjalainnlit í samráðingarnar.