Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kringvarpið frávelur tjóðskaparflokkarnar

Jóhann Lützen

Veljarakanningar eru meiri og minni álitandi, men tær elva ofta til kjak og spekulatiónir millum manna og í miðlunum. Tað gjørdi kanningin um fókatingsvalið eisini, men man má spyrja seg sjálvan hví KVF lat Sjúrð Skaale og Bárð Nielsen eina hálva tiðindasending at gera viðmerkingar, meðan hvørki Tjóðveldi ella Fólkaflokkurin vóru tiknir uppá tungu.

Øll vita, at samríkisflokkarnar Sambandið og Javnaðarflokkin kappast um tann eina mannin til fólkatingsvalið, og tjóðskaparflokkarnar Tjóðveldi og Fólkaflokkurin kappast um hin mannin.

Men kortini valdi KVF bara at tosa við partarnar á sambandssíðuni, sum fingu útivið hálva tíðindasending at breiða út sínar meiningar um komandi fólkatingsval.

 

 

Har var ríkiligt av plássi, so lurtararnir eisini kundu hoyrt metingina hjá tjóðskaparflokkunum, og um tað ikki var pláss fyri tí, so átti Kringvarpið at latið ein óheftan viðmerkjara mett um kanningarúrslitið.

Tað var í hvussu er púra burturvið bara at hoyra sambandsvongin og yvirhøvur onga meting fáa frá flokkunum á tjóðskaparsíðuni.