Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarpið og lokalpolitikkur í Havn

John William Joensen

Í orðskiftinum eftir Dag og Viku, har Ruth Vang úr Framsókn og Óluvá Klettskarð úr Tjóðveldi kjakaðust um sjúkrahúsverki, setti sjónvarpsverturin niður á Óluvu. Ró varð fram undir, at orsøkin til at hon ikki vildi hava eina leiðslu í heiluverkinum, var at hon hevði sínar atkvøður í Klaksvík.

Í orðskiftinum eftir Dag og Viku, har Ruth Vang úr Framsókn og Óluvá Klettskarð úr Tjóðveldi kjakaðust um sjúkrahúsverki, setti sjónvarpsverturin niður á Óluvu. Ró varð fram undir, at orsøkin til at hon ikki vildi hava eina leiðslu í heiluverkinum, var at hon hevði sínar atkvøður í Klaksvík. 

(RED, MYNDIN: Óluvá Klettskarð er nógv meira landspolitikari enn Ruth Vang)

Hetta var ein sera margháttlig útsøgn hjá vertinum í sendingini at koma við. Serliga tá hugsað verður um at hin kjakarin, Ruth Vang, úr Framsókn, ikki fekk sama spurningin hóast hon hevur hevur næstan allar sínar atkvøður úr Suðurstreymi og bert eina atkvøðu í Norðoyggjum og onga atkvøðu, hvørki í Suðuroynni ella Sandoynni.

Um vit hyggja eftir av seinasta løgtingsvalinum og samanbera Óluvu Elin Klettskarð og Ruth Vang, er greitt at ein nógv breiðari vifta at føroyingum kring landi stuðla Óluvu, meðan veljaraskarðin hjá Ruth Vang næstan bara er í Havn.

Ruth Vang

Tilsamans 169 atkvøður

91 % av atkvøðunum komu úr Suðurstreymoy

0,6 % av atkvøðunum komu úr Norðoyggjum (1 atkvøða)

7,2% av atkvøðunum komu úr Eysturoy

1,2 % av atkvøðunum komu úr Vágunum (2 atkvøður)

0 % av atkvøðunum komu úr Suðuroy

0% av atkvøðunum komur úr Sandoy

Ruth Vang fekk atkvøður ítilsamans 14 ymiskum valstøðum.

Óluvá Elin Klettskarð

Tilsamans 333 atkvøður

83,7% av atkvøðunum komu úr Norðoyggjum

5,4 % í av atkvøðunum komu úr Suðurstreymi

10,3 % av atkvøðunum komu úr Eysturoy

0,6 % av atkvøðunum komu úr Vágunum

0% av atkvøðunum komu úr Suðuroy

0% av atkvøðunum komu úr Sandoy

Óluvá Elin Klettskarð fekk atkvøður í tilsamans 26 ymiskum valstøðum.

Fordómar og eitt valdømi

Hóast vit nú hava havt fleiri løgtingsval, síðan Føroyar vóru lagdar saman til eitt valdømi, eru veljararnir hjá Óluvu Klettskarð og Ruth Vang eitt gott dømi um at veljarar framvegis velja lokalt. Tað eina valdømi hevur nevniliga ongantíð fingið undirtøku frá veljarunum.

Og alt er við sama lag. Tað sum er lokalpolitikkur í Suðurstreymi verður gjørt til landspolitikk og tað er verturin í umrøddu kjaksending í KVF eitt skúladømi um.

Tað kom ikki vertinum til hugs, at orsøkin til at Ruth Vang vil niðurleggja leiðsluna á Klaksvíkar Sjúkrahúsið og gera hendan vitan í føroyskar sjúkrahússøgu, til eina deild hjá einum almennum leiðara í Havn, er at Ruth Vang býr í Havn og er vald av veljarum í Havn. Ruth Vang starvaðist sum ljósmóðir á Landssjúkrahúsinum frá 1992-99, og sum leiðandi ljósmóðir 1999-2005, umframt at hon er  deildarleiðari í Tórshavnar kommunu, so KVF átti at kunna hyggjaran um hetta í samband við kjaki.

At Føroyar eru eitt valdømi hevur gjørt føroyska samfelagið fátækari og vit eru av álvara farin at merkja avleiðingarnar av lokalpolitikkinum í Tórshavn.